-Uttan mun, um eg hevði vunnið kappingina ella ikki, so var ætlanin at fara í upptøkuhølini í summar, men tað kemur sjálvsagt væl við tveimum ókeypis studiodøgum.
Vinnarin av Singer/songwriter 2004, Rókur J. Jakobsen, fer komandi summar undir at taka sína fyrstu solofløgu upp. Hann ger tí vinnaranum av kappingini í fjør, Kristleif Zachariassen, eftir, sum herfyri gav sína fyrstu fløgu út.
Rókur sigur, at løgini á komandi fløguni verða hansara egnu, og tað als ikki óhugsandi, at løg frá framførsluni leygarkvøldið fara at teljast millum løgini á komandi fløguni.
Viðurkenning
Undan Singer/songwriter kappingini mundu flestu vera á einum máli um, at Rókur við sínum royndum var millum greiðu favorittarnar at vinna Singer/songwriter kappingina, sum í stóran mun taldi óroyndar tónleikarar.
Tað kom væl ikki óvart á teg at vinna kappingina?
-Jú, tí eg kendi einki til hinar luttakararnar. Í finaluni vóru vit tríggir mans við hvør sínum stíli, og í tónleiki ræður um at raka dagsformin, og eg var heppin at raka hann leygarkvøldið.
Hvat kanst tú brúka sigurin til?
-Tað er fyrst og fremst ein viðurkenning. Hetta er fyrstu ferð, at eg tríni á pall einsamallur, og sigurin er tekin um, at tú ert á rættari kós. Kortini er sigurin meira symbolskur enn nakað annað, svarar Rókur.
Góð kapping
Rókur J. Jakobsen sigur seg dáma væl leistin, sum Singer/songwriter kappingin er skipað eftir. Honum dámar væl, at kappingin verður skipað á einum lítlum stað, tí so er veruligur møguleiki at fáa samband við áhoyraran.
?Hendan kappingin fevnir breitt, tí kriteriini eru breið, og tað dámar mær væl. Sammett við eitt nú Prix Føroyar, har tú nærum er noyddur at gera tín tónleik eftir konseptinum av kappingini, meðan tú hevur størri frælsi í hesari kappingini, Eg haldi eitt nú tað er stuttligt, at eg og Ragnar í Vík kunnu vera í somu kapping, tí vit eru rættiliga ymiskir tónleikaliga, vísir Rókur J. Jakobsen á.
Hann heldur kortini, at fyrireikararnir komandi ár eiga at leggja størri áherðslu á sjálva sangskrivingina enn teir hava gjørt í ár.
?Øll kriteriini í ár eru vend ímóti sjálvari framførsluni, meðan sangskrivingin ikki veruliga sleppur upp í part, og tað haldi eg hon burdi í størri mun, vísir Rókur J. Jakobsen at enda á.