Solskjær ger miljóna íløgur í laks

- Vit eru gamlir kenningar, sum hava stovnað eitt lítið íløgufelag, sigur Bjørn-Vegard Løvik.

 

Norðmaðurin og venjarin hjá Manchester Unitet, Ole Gunnar Solskjær, hevur saman við øðrum stovnað íløgufelagið, Akvakulturpartner.

Saman við honum eru eitt nú stovnarin av Atlantic Sapphire, Johan E. Andreassen og Bjørn-Vegard Løvik. Ein annar, sum eisini eigur í Atlantic Sapphire, Andre Skarbø og agenturin hjá norska venjaranum, Jim Solbakken, eru eisini við í felagnum.

Tað skrivar Kapital.

Tilsamans hava íleggjararnir sett 25 miljónir norskar krónur í Akvakulturpartner, harav íløgufelagið hjá Ole Gunnar Solskjær, Grip Management, hevur sett fimm miljónir norskar krónur í felagið.

Bjørn-Vegard Løvik er stjóri í Akvakulturpartner. 

- Vit eru gamlir kenningar, sum hava stovnað eitt lítið íløgufelag, soleiðis at vit saman kunnu gera íløgur í møguleikar, sum kunnu koma undan kavi her í økinum, sigur Bjørn-Vegard Løvik.

Hann vísir á, at útgangsstøðið er, at hetta er eitt lokalpatriotiskt tiltak, og ætlanin hjá teimum er, at teir skulu vera til reiðar, um onkur fer í holt við eitt nú laksavinnu í økinum.

- Talan kann soleiðis bæði vera um nýggja vinnu ella vinnu í kjølfestum fyritøkum, sum eru frammanundan, sigur Bjørn-Vegard Løvik við Kapital.

In.fo kann leggja aftrat, at herfyri kunngjørdu norskir miðlar, at inntøkan hjá United-venjaranum liggur um einar 108 miljónir norskar krónur um árið.