Sólvá G. Olsen og Bodil A. Lundby sýna fram í Ribarhúsi

Málningar, koltekningar og steinskulpturar vera at síggja í Ribarhúsi í Fuglafirði komandi dagarnar

Í dag klokkan 16 letur listaframsýning upp í Ribarhúsi  í Fuglafirði.

 

Tað eru tær báðar: Bodil Arbjerg Lundby við steinskulpturum og koltekningum, og Sólvá Gunnarsson Olsen við stórum og smáum málningum sum sýna fram.

 

Báðar eru búsettar í Danmark. Bodil er donsk og býr í Højer og Sólva er føroysk og býr í Hjerting norðanfyri Esbjerg.

 

Ribarhús sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina seinnapartin í dag  – har verður eisini ein góður kaffimuður og okkurt afturvið.

 

Framsýningin er opin til fríggjadagin 12. august.