Sonni á Horni bjóðar seg fram aftur

- Skulu vit fáa fólk at trívast, er neyðugt í enn størri mun at hugsa um trivnaðin í býnum, sigur Sonni á Horni, sum hevur góð hugskot um, hvussu hetta kann gerast

 

Sonni á Horni, ið sat sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu tvey fylgjandi skeið, áðrenn Dávur Juul gjørdist borgarstjóri eftir seinasta kommunuval, sigur, at hann enn einaferð er til dystin fúsur.

 

- Tú kanst velja at sita uttanfyri, brúka teg og einki gera, men tú kanst eisini royna at gera okkurt við tað, ið tú sum býráðslimur kundi hugsað tær at arbeitt fyri í kommununi, sigur hann.

 

Tað var, meðan Sonni á Horni var borgarstjóri, at sjøtul varð settur á at bygga nýggjan barnaskúla og ítróttarhús í Fuglafirði. Tá vórðu eisini stig tikin til at útbyggja eldrasambýlið, Vesturstovu.

 

- Tað er eingin loyna, at mítt mál var, at nú skuldu íløgur gerast í trivnaðin í býnum, serliga við atliti til børn og ung. Kommunan hevði brúkt nógvar pengar niðri við havnalagið, og einki ringt um tær íløgur.

 

Sonni á Horni vísir á, at dagstovnagjøldini eisini vórðu lækkað í hansara tíð.

 

Skuldin hjá kommununi vaks sjálvsagt við stóru íløgunum í skúla og ítróttarhús, og eitt skifti var skuldin oman fyri álíkningina.

 

- Men, vit kunnu eisini venda spurninginum og spyrja, hvør hevði viljað verið hesar íløgur fyri uttan í dag, nú vit hava fingið nýggjan barnaskúla og nýtt ítróttarhús í Fløtugerði?

 

Sonni sigur, at tað er ikki hann, sum brúkar ítróttarhúsið, ein heldur fótbóltsvøllin, men hann heldur tað vera fantastiska stuttligt at síggja, hvussu glað fólk eru um hesar íløgur og umstøður.

 

- Men, skulu vit fáa fólk at trívast í Fuglafirði, er neyðugt í enn størri mun at hugsa um trivnaðin í býnum.

 

Maðurin, sum enn einaferð ætlar sær at stilla upp aftur, heldur, at skal Fuglafjørður gerast hugnaligari sum býur, verður neyðugt at leiða tungu ferðsluna út um miðbýin.

 

- Eg haldi, at hetta verður best gjørt við einum tunli av havnalagnum og út um býin, soleiðis at tunga ferðslan ikki kemur gjøgnum miðbýin í Fuglafirði. Niels Midjord, sáli, var ein teirra, sum hevði hetta á munni.

 

Sonni á Horni heldur, at besta loysnin at leiða tungu ferðsluna av havnalagnum og út úr býnum er gjøgnum ein tunnil undir Fuglafirði.

 

- Eg kundi hugsað mær, at hetta er ein uppgáva, sum land, kommuna og vinnulív lyfta í felag, og eg haldi, at í einari slíkari loysn eiga vit eisini at hugsa um møguleikan at byggja ein tunnilslumma til Hellurnar.

 

Hann vísir á, at Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu, og hann heldur, at tað er ikki meira enn náttúrligt, at Hellurnar eru við í einari slíkari framtíðarætlan.

 

- Vit hava eitt ríkt vinnulív í Fuglafirði, sum vit fegnast um, men eg haldi, at vinnan í enn størri mun eigur at lyfta við fólkinum og kommununi annars, sigur hann.

 

Sonni á Horni leggur aftrat, at vinnan rindar partafelagsskatt í kommunukassan, men hann heldur, at upp aftur meira skuldi ligið eftir í økinum, har vinnan hevur sítt virksemi.