Sonni Ragnar fyri Samuel

Manslandsliðið: Ungi HB miðverjin er blivin sjúkur, og verður tí ikki við til dystirnar móti Armenia og Lettlandi

Sonni Ragnar Nattestad er úttikin til landsdystirnar móti Armenia og Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Ungi HB miðverjin er blivin sjúkur, og verður tí ikki við til dystirnar móti Armenia og Lettlandi. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Sonna Ragnar Nattestad úr 07 Vestur

 

Landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur verið noyddur til at gjørt eina broyting í hópinum til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum vera á Tórsvølli hósdagin 10. oktober, og sunnudagin 13. oktober. Báðar dagarnar er avspark klokkan 19:45.

 

Samuel Chukwudi úr HB er blivin sjúkur, og mett verður, at hann ikki verður nóg birgur til at spæla landsdyst í næstum. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Sonna Ragnar Nattestad.

 

Sonni Ragnar Nattestad fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum í 2013, og er higartil skrásettur fyri 48 dystir og trý mál fyri Føroyar. Samuel Chukwudi fekk sín elddóp á A-landsliðnum fyri tveimum árum síðani, og er skrásettur fyri fimm dystir.

 

Sonni Ragnar Nattestad er úttikin til landsdystirnar móti Armenia og Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen