Sonni Ragnar skal helst finna nýtt felag

Framtíðin hjá Sonna Ragnar Nattestad er neyvan í FC Midtjylland, sambært ítóttarstjóranum í felagnum

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, er í hesum døgum í Føroyum. Kappingarárið í donskum fótbólti er annars byrjað aftur, har Sonni Ragnar av røttum átti at spælt við Vejle í næstbestu deildini, men vegna persónlig viðurskifti spælir Sonni Ragnar ikki yrkisfótbólt í løtuni.

 

Les eisini: Sonni Ragnar í bíðistøðu

 

Hóast Sonni Ragnar átti at spælt við Vejle, so er tað donsku meistararnir úr FC Midtjylland, ið eiga føroyska landsliðsmiðverjan. Danska bold.dk hevur tosað við ítróttarstjóran hjá felagnum, Claus Steinlein, um støðuna hjá Sonna Ragnar.

 

Les eisini: Sonni Ragnar venur við B36

 

- Sonni Ragnar er í Føroyum fyri at finna seg sjálvan. Har er eitt menniskjaligt atlit at taka til Sonna, og tað er tað týdningarmesta beint nú, sigur Claus Steinlein við bold.dk.

 

Steinlein vísir tó eisini á, at Sonni Ragnar neyvan hevur eina framtíð hjá FC Midtjylland fyribils.

 

- Í felagsskapi skulu vit finna bestu loysnina fyri Sonna Ragnar, men tað verður neyvan innanfyri næsta hálva- ella heila árið, at hann gerst toppspælari hjá FC Midtjylland, sigur Claus Steinlein at enda við bold.dk.

 

Tískil er líkt til, at Sonni Ragnar Nattestad skal finna sær nýtt felag at umboða, tá ið hann aftur fer at spæla fótbólt.