Sosiala samveran hevur nógv at siga

Seinastu árini er fleiri MC-feløg stovnað kring landið við tí endamáli at savna motorsúkklukoyrarar til at røkja felags áhugamál og at skipa fyri felagstúrum og kappingum undir skipaðum umstøðum. Eisini hevur sosiala samveran nógv at siga millum motorsúkklukoyrarar


At koyra á motorsúkklu er ein áhugi, sum hevur vundið heilt nógv upp á seg í Føroyum seinastu tíðina. Talan er ofta um fólk, sum eru komin eitt sindur upp í árini, ið keypa sær eina motorsúkklu. Fyrr var tað eitt mannfólkaítriv burturav at koyra á motorsúkklu, men soleiðis er ikki longur. Nú er tað vorðið eitt mótarák millum konufólk at koyra motorsúkklu.
 
Tað er vorðið vanligt at bólkar av motorsúkklukoyrarum taka stig til at stovna MC-feløg kring landið. Endamálið við hesum feløgum er at koyra motorsúkklu og hugna sær saman. Vanligt er at limir í feløgunum senda sms-boð millum sín, har avtalað verður, nær og hvar tey møtast.
 
Summarhálvuna verða nógvir túrar koyrdir. Sosiala samveran hevur nógv at siga millum motorsúkklukoyrarar, so hesir túrar eru ikki bert koyring, tí steðgirnir tá termokanna og køkur verða tikin úr taskunum, eru ofta líka langir ella longri enn sjálvir koyritúrarnir. Ein vanligur túrur kann vera hvar sum helst í landinum, har koyrandi er til. Slíkir túrar verða fyriskipaðir á tann hátt, at tann ið koyrir ta fremstu súkkluna leiðir túrin, og tað er ikki loyvt at yvirhála.
 
Eitt av endamálunum við feløgunum er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugaði í einum felagi fyri at røkja felags áhugamál og at skipa fyri felagstúrum og kappingum undir skipaðum umstøðum.
 
Tað er ikki bert í Føroyum at koyrt verður. Motorsúkklufeløgini gera ofta túrar uttanlands, og tey fáa eisini vitjanir av motorsúkklufeløgum úr okkara grannalondum og øðrum evropeiskum londum. Eisini verða ferðafrásøgnir úr Føroyum gjørdar til bløð og tíðarrit.
 
Í sambandi við motorsúkklukoyring og kappingar í Føroyum hevði tað verið ynskiligt við eini koyritekniskari breyt, har øll motorsúkkluáhugaði kundu lært seg at koyrt motorsúkklu á einum avbyrgdum øki. So leingi vit onga slíka breyt hava, kundi tað verið eitt hugskot at stongt ein part av Oyggjarvegnum nakrar tímar til frálæru í motorsúkklukoyring og til kappingar, alt undir tryggum umstøðum. Sum t.d. Road Racing kappingarnar sum Føroya MC skipa fyri á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.