Sosialurin rullar við trimum bilum

Seinastu 6-7 árini hevur Sosialurin lagt seg eftir at náa fleiri tíðindum kring landið við teirri sokallaðu »rullandi redaktiónini«. Hendan skipan hevur hepnast so væl, at blaðið nú hevur tveir bilar og ein buss til endamálið

Upprunaliga var ætlanin við rullandi redaktiónini at senda fólk kring landið at heinta tíðindi, fyri síðani at koma til hús aftur at skriva.

Við nýggja red­ak­tións­buss­i­num, sum blaðið nevn­ir »Snoddi«, er ætlanin at verða enn meira aktuell,

Hetta konseptið er nú út­bygt – og hevur blaðið inn­­rætt­­að bussin til en­d­a­mál­ið. Bussurin skal koyra kring alt landið – og er hann inn­rætt­að­ur við eini skriv­stovu, so blaðfólk og mynd­a­fólk okkara heit og fjálg kunnu sita í bussinum og skriva, gera samrøður o. s. fr. Við beinleiðis int­er­sam­band­i í bussinum ber til hjá mynd­­­a­monnum og blaðfólki at senda tilfarið beinleiðis til Sosialin, so tíðindi fáast í blaðið beinanvegin, og so­­leið­­is at til ber at dagføra heim­a­­sí­ðuna hjá Sosialinum og Portalin beinleiðis úr bil­i­­­num.

Tað var William Hein­e­sen, sum segði, at Havnin er ­heims­ins nalvi. Og nú Sos­­i­­al­­u­r­in hevur húsast í gomlu hand­ils­hús­u­num hjá Will­i­ami og ætt hans­ara í Vágs­botni í út við tvey ár, kunnu vit sjálvandi eisini taka orð hansara til okkara, tí vit eru sera fegin um, at tað bar okkum til at flyta blað­húsið heim í Vágsbotn, tá handilin hjá Valdemar Lüt­zen lat aftur í 2004.

Hóast føroysku fjøl­miðl­ar­nir kanska hava ilt við at skilja, at tað er ein verð utt­an fyri Havnina, so hava vit á Sos­ialinum ásannað tað. Júst hetta var orsøkin til, at blað­ið stovnaði ”rull­andi redaktión”.

Nú landfast er úr Gásadali til Viðareiðis er tað so upp­lagt, at vit eru meira úti um okkum á meginøkinum all­a­tíð­ina. Vit fara sjálvandi eis­ini at vitja sunnanfjørðs, har góðu umstøðurnar í Toy­ota Hi-Ace bussinum gev­a okk­ara fólkum allar møg­u­leik­­ar at verða fyrst við tí síðsta.

Samstundis sum bussurin »Snoddi« verður at síggja kring alt landið, fara teir lítl­u bilarnir, »Stavnur« og »Snar« fyri tað mesta at vera sjónligur í meg­in­øki­num.