Tað var væntandi, at HB fór at renna ÍF um koll í Gundadali sunnudagin, av tí at fuglfirðingar manglaðu fleiri av sínum stuðulsleikarum. Men at sigurin skuldi gerast so stórur, sum hann gjørdist, var kanska eitt sindur óvæntað.
ÍF skramblaði so líðandi
Fyrstu løtuna av dystinum fylgdi ÍF við heimaliðnum, men tað var týðuligt, at gestirnir høvdu eina nýggja miðverju, sum ikki var samanspæld, tí hvørjaferð at HB legði trýst á, hevði verjan hjá ÍF ilt við at finna plássini hjá sær, og hetta gav leikarunum hjá heimaliðnum stórt rásarúm.
Tað gingu heldur ikki meiri enn 13 minuttir, áðrenn Jákup á Borg legði HB á odda. ÍF hevði ein stóran møguleika at javna, tá ið Hanus Eliasen kom at standa leysur heilt inni undir málinum hjá HB, men Bárður Johannesen bjargaði væl, og so var tann vandin burtur.
Lítla løtu seinnu gjørdi Hans á Lag tað til 2-0, og skriftin á vegginum gjørdist alsamt týðuligari.
Heimaliðið trýsti óført á málið hjá Tórði Thomsen, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær heimaliðið fór at økja. Tað gjørdu teir tvær ferðir stutt undan steðginum, soleiðis at hálvleiksstøðan var 4-0 til HB.
Gestirnir úr Fuglafirði skramblaðu so líðandi, og hóast ÍF helt tørn fyrsta korterið eftir steðgin, so skrædnaði fullkomiliga hjá fuglfirðingum, tá ið HB framdi eina dupultútskifting. Bárður Mortansson og Heine Fernandez komu á vøllin, og teir fingu tvey mál í part tann hálva tíman, ið teir vóru á vøllinum.
Hóast talan gjørdist um ein knúsandi 9-0 sigur til HB, ið saktans kundi verið størri, so var tað ikki nakað sannførandi HB-avrik, ið gevur bjartar vónir undan Champions League dystinum móti Kaunas mikukvøldið. Hinvegin er tað trupult at borðreiða við sjampanjufótbólti, tá ið man spælir móti einum so vánaligum liði, sum tað ÍF-liðið ið var í Gundadali sunnudagin.