Spæla fyri Barnaheiminum

Leygarkvøldið verður konsert við Lenu Anderssen, Kristinu Bærendsen, Jens Marna Hansen og Leu Kampmann á Østrøm í Havn. Tey fara at spæla til frama fyri Barnaheimið í Havn.

 

Konsertin hevur sum endamál at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri til búfólkini. Ætlanin er at fara undir at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri.

 

Konsertin er leygarkvøldið 30. apríl klokkan 20.00. Meira sæst á Facebook.