Spæla Metallica á Summar Festivalinum

Føroyskir tónleikarar tulka ein av mætastu rockbólkum í søguni

Metallica telist millum størstu rockbólkar í heiminum, og á Summar Festivalinum í ár fer føroyski bólkurin Exit Light at heiðra Metallica við heilt serligari framførslu.

 

Exit Light fer at spæla tað besta hjá Metallica – ikki minst klassikararnar á The Black Album, men eisini aðrar kendar sangir.

 

Teir, sum spæla við Exit Light, eru royndir rocktónleikarar: Hans Hammer (sang), Pauli Reinert Poulsen (gittar og kór), Benjamin Petersen (gittar), John Egholm (akk gittar og kór), Heri Reynheim (bass) og Sigurd Justinussen (trummur).

 

Framførslan hjá Exit Light verður í Tjaldinum leygarkvøldið kl. 23.00.