Sunnudagin eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. Meðan tað í hálvfinalunum verður funnið fram til finalistarnar í tveimum dystum – 21. mai og 18. juni – so verða hálvfinalistarnir funnir í einum umfari, og tað verður nú sunnudagin.
Í trimum dystum verður fyrsta bríkslið klokkan 16, og í einum – á Svangaskarði í oyggjauppgerðini millum B68 og ÍF – verður lagt fyri klokkan 17.
Fjórðingsfinalur í kappingini um løgmanssteypið
Sunnudagin 27. apríl
Víkingur-KÍ: Lars Müller klokkan 16.00
B68-ÍF: Ransin N. Djurhuus klokkan 17.00
EB/Streymur-NSÍ: Petur Reinert klokkan 16.00
AB-HB: Rúni Gaardbo klokkan 16.00