Frakland varð roknað at vera stórfavorittur undan hálvfinaluni í EM í hondbólti ímóti grannunum í Spania.
Sum so mangan áður í hesum endaspælinum, so gekk tað ikki soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við.
Í innleiðandi umfarinum tapti Spania 25-22 ímóti Danmark. Í kvøld hevur Spania spælt seg í EM finaluna, sum verður sunnudagin. Spania vann 27-23 ímóti Fraklandi. Hálvleiksstøðan var 15-9.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin sjey mál. So royndi Frakland at spurta. Tað eydnaðist at minka um munin, men tað ongantíð minni munur er trý mál, og harvið varð tað ongantíð rættiliga spennandi.
Frá fyrsta bríksli vóru sponsku spælararnir væl meiri uppsettir. Verjan var sum bergið, og fraklendingar, sum annars hava verið so sera hugflogsríkir í álopsspælinum, megnaðu ongantíð at fáa tak á álopsspælinum.
Í álopsspælinum vóru spaniólar hugflogsríkir. Ferð eftir ferð eydnaðist tað at spæla strikuspælaran leysan, og tá endaði tað sum oftast við máli ella brotskasti.
Eisini eydnaðist tað Spania ofta at pressa verjuna heilt aftur á strikuna, og so vóru skjúttarnir hjá Spania knáir.
Og so hevði tað avgerandi týdning, at spanski málverjin stóð seg betri enn franski málverjin.
Spania hevur áður tapt fýra EM finalur. Nú fáa spaniólar nýggjan møguleika. Um tað verður ímóti Danmark ella Svøríki fæst at vita seinni í kvøld. Seinna hálvfinalan verður klokkan 19.30.