Landsverk fer nú at brúka bíligt sproytiasfalt fleiri staðni í Føroyum, heldur enn tað dýrara, heita asfaltið.
Tað upplýsir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður hevur fregnast hjá honum um, hvat tað er fyri asfalt, Landsverk hevur brúkt í Kalsoy, og sum hann heldur lítið um.
Tað er sum um at tilfarið er leyst og slær upp undir dúrkið á bilinum, tá koyrt verður, sigur hann.
Henrik Old sigur, at talan er um sproytiasfalt, sum er lagt á ávís vegastrekki í Kalsoynni. Fyrst verður jarðbik, bitumen, sproytað á vegin, síðani verður skervurin spreiddur omaná, og trumlaður niður í jarðbikið.
Eitt annað er, at sumt av asfalteringini í Kalsoy, er miseydnað og skal gerast umaftur.
Men hetta er eitt slag av asfaltið, sum verður brúkt í norðurlondum, og aðrastaðni. I fjør varð tað eisini roynt í Føroyum við góðum úrsliti, bæði í Kalsoy og á Oyggjarvegnum.
- Sproytuasfaltering er væl hóskandi, har lítil ferðsla er, og tað er eisini nógv bíligari enn vanlig asfaltering, tí sparingin er ímillum 50% til 75%.
Í Kalsoy eru 3,5 kilomtrar av vegi sproytuasfalteraðir, og tað kostaði 1,1 millión. Hevði Landsverk havt brúkt vanligt asfalt, hevði tað kostað 3,5 milliónir.
- Sproytuasfaltering er dygdargóð og bílig, og ætlanin er at halda fram við hesi asfaltering á Kalsoynni, sigur Henrik Old.
- Tað er eisini ætlanin at brúka hendan mátan fleiri aðra staðni í landinum, eitt nú á Kunoyarvegnum, á Elduvíkarvegnum og á Oyggjarvegnum.