Sleppa teir stóru lemmatrolararnir at partrola, kunnu teir spara næstan helvtina av útreiðslunum.
Tað hevur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeingis-og fiskivinnumálum, upplýst í Løgtinginum.
Tinglimir umrøddu spurningin um kreppuna, sum fiskiflotin er við at koma upp í av tí, at oljan er blivin so ovurhonds dýr at raksturin ber seg ikki longur við tað, at tað er ikki meiri enn at bátarnir fiska fyri olju longur.
Lemmatrolararnir brúka nógva olju og tí er trupulleikin serliga stórir hjá teimum.
Og verða lemmatrolararnir bundnir við bryggju, fer tað at raka Suðuroynna serliga hart, tí har tað eru har, at teir flestu lemmatrolararnir eru.
Í hesum sambandinum hevur spurningurin verið umrøddur um at lata teir stóru lemmatrolararnar sleppa at partrola.
Tórbjørn Jacobsen segði, at hann hevði fingið at vita frá vitandi fólki á økinum, at sleppa lemmatrolararnir at partrola, kundi hvør trolari spart 15% av útreiðslunum til reiðskap og upp í 30% av útreiðslunum til olju.
- Sostatt er talan um eina ógvuliga stóra sparing.
Kortini heldur hann, at talan er um ein spurning, sum má umhugsast serstakliga gjølliga.
- Eitt, sum vit mugu gera okkum greitt, er, hvar hendan partrolingin skal vera. Talan má vera um eina skipaða partroling, soleiðis at ein stórur partur av einum skipabólki ikki endar inni á hjá einum øðrum bólki, tí so fær ongin nakað burtur úr.