Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2020 eru fimm miljónir settar av til orkumál. Av hesum eru nú 3 miljónir settar av til orkuátøk í bygningum. Ætlanin er at brúka hesar pengarnar til ymisk átøk, eitt nú at umleggja til Led í fleiri bygningum.
- Málið um hesar fimm miljónirnar er framskundað. Tað var fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið og varð einmælt samtykt. Hesar íløgur eru partur av arbeiðnum at lækka Co2-útlátið við 50 prosentum í 2025. Endamálið er eisini, at iløgurnar skulu vera virksemisskapandi, nú stígur kom í orsakað av koronakreppuni.
Tað siga tey í Tórshavnar kommunu á síni heimasíðu.
- Eysturskúlin og dagstovnarnir/ býlingshúsini Undir Brúnni, í Norðasta Horni, við Løgmannabreyt og Vesturi á Flat skulu leggja um til Led-ljós, meðan Skúlin í Nólsoy og Sólareygað fáa sólkyknur á tekjurnar. Bara hetta fer at minka um Co2-útlátið og at minka um elrokningina við yvir 100 túsund krónum um árið.
Víst verður á, at stovnar, sum fáa Led-ljós, minka um Co2-útlátið og elnýtsluna við umleið 40-70 prosentum. Stovnar við sólkyknum, ið framleiða grøna elorku, minka Co2-útlátið við umleið 40-50 prosentum, og eisini vil rakstrarkostnaðurin av el-nýtsluni minka við 30-50 prosentum. Stovnur við jarðhita minkar CO2-útlátið áleið 50-65 prosentum, og rakstrarkostnaðurin til upphiting minkar við 20-30 prosentum.
- Við at skifta um til Led-ljós, fær man meira ljós við einari betri stýring og hervið minkað um el-nýtsluna og Co2-útlátið. Sólkyknurnar, sum verða settar á tveir bygningar, framleiða grøna elorku, ið er við til at minka um Co2-útlátið og økja um grøna elframleiðslu. Harumframt skal ein stovnur leggja um til jarðhita, ið er ein grøn orkukelda. Hervið sleppa vit av við oljuna í hesum bygningi.
Í tíðindaskrivinum verður lagt aftrat, at av teimum fimm miljónunum eru tvær miljónir játtaðar til gøtuljósskipanina. Við hesi játtanini verða skift áleið 920 armatur, ið geva eina árliga orkusparing á 571.980 krónur. Tað merkir, at íløgan er afturvunnin eftir hálvum fjórða ári.