Sparikassin keypt stóran part av Kaupthing

Føroya Sparikassi hevur keypt 4,1 prosent av partapeninginum í íslendska íløgubankanum, Kaupthing, og telist nú millum størstu partaeigararnar

Føroya Sparikassi hevur gjørt av at keypa 4,1 prosent í stóra íløgubankanum hjá íslendsku sparikassunum fyri 40 milliónir krónur.

Hesum boðar Marner Jacobsen, forstjóri í sparikassanum, frá í tíðindaskrivi til føroysku fjølmiðlarnar í dag.

Íløgan verður gjørd í sambandi við, at íslendsku sparikassarnir hava gjørt av at víðka partapeningin hjá Kaupthing, samstundis sum teir skráseta bankan á íslendska virðisbrævamarknaðinum. Higartil hava íslendsku sparikassarnir annars einsamallir átt Kaupthing.


Liður í samstarvinum

Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at íløgan er ein liður í tí samstarvi, sum sparikassin og Kaupthing fóru undir, tá teir í mai í ár stovnaðu Kaupthing Føroyar.

Føroya Sparikassi tryggjaði sær við hesum samstarvinum rætt til at keypa seg inn í Kaupthing hf. í Íslandi, og er tað hesin rætturin, sum nú verður nýttur.

Kaupthing hevur deildir í New York, Luxembourg, Stockholm og í Havn. Harafturat er Kaupthing við at stovna eitt felag í Lausanne í Sveis. Á øllum hesum deildunum hjá Kaupthing starvast 220 fólk.

Marner Jacobsen sigur, at íløgan í Kaupthing fyrst og fremst skal síggjast í strategiskum høpi. Við henni fær Sparikassin eitt bein út um landoddarnar, og samstundis fær hann ein samstarvsfelaga, tá tað snýr seg um at veita tænastur á tí føroyska marknaðinum.

? Tann føroyski marknaðurin innan virðisbrøv og eftirlønir stendur fyri stórum broytingum og vøkstri, og her ynskir Sparikassin saman við Kaupthing at luttaka sum tann leiðandi innan økið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri, í tíðindaskrivinum.


Stovnaði virðisbrævamarknaðin

Kaupthing var ein av fimm stovnarum, tá íslendsku virðisbrævamarknaðurin varð settur á stovn í 1986, og er nú við einum marknaðarparti á 30 prosent leiðandi innan partabrævahandil í Íslandi.

Íløgubankin umsitur fíggjarognir fyri 20 milliardir, sum svarar til 38 prosent av ísendska marknaðinum.

Kaupthing varð stovnað í 1982, og fekk í 1997 loyvi frá íslendska fíggjareftirlitinum loyvi at virka sum íløgubanki. Íløgubankin veitir ráðgeving og rekur handil við virðisbrøvum og gjaldoyra, eins og bankin eisini hevur um hendi fíggjarognarumsiting fyri virkir og privatfólk.

Børsintroduktión av fyritøkum og útgáva av lánsbrøvum eru eisin millum stóru virkisøkini.

Fíggjarliga er íløgan í Kaupthing ein liður í at víðka um virðisøkið og spjaða váðan hjá Sparikassanum á fleiri marknaðir heldur enn ein, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.