Sparing og íløgur

Oddagrein:

Ikki hevur tað verið serliga hugaligt at frætta í seinastuni, hvussu mangir stovnar og almenn arbeiðspláss verða skorin á fíggjarlógini og hvørjar fylgjurnar eru av hesum skerjingum, sum ganga út yvir tænastur til skúlabørn, lesandi, gomul og sjúk osfr.

 

Eisini annað slag av almennum stovnum, sum arbeiða fyri at finna og troyta nýtt rávørutilfeingi verða eisini skerdir munandi. Stovnar, hvørs endamál er at víðka um teir avmarkaðu vinnumøguleikar, sum finnast í dag. Ein av hesum stovnum er Jarðfeingi, sum er skorin við heilum 15%. Nú vil helst onkur siga, at her má bera til at spara, tí enn er hvørki olja ella gass funnið. Hví skulu so nógvir pengar setast av til nakað, sum ikki er. Føroyingar hava kanska meira enn nakar annar átt náttúrligu drívmegina og yvirlivilsisneistan, tá tað ráddi um at finna nýggjar vinnumøguleikar. Hesin neistin er enn ikki køvdur, vit tosa nærum dagliga um, hvussu vit kunnu troyta nýggj tilfeingi og møgueikar heima sum burturi.

 

Og ein av hesum møguleikum er møgulig olja og gass í okkara egnu undirgrund. Men her má meira til enn egin drívmegi, tí til tess at staðfesta og troyta hesi ráevni, so mugu vit eisini fáa hjálp úr útheiminum, frá altjóða oljuverðini. Til tess at umsita og eisini tæna hesum íleggjarum hava vit bygt upp eina oljuumsiting. Og tað er nettupp henda, sum nú eisini merkir spariknívin.

 

Eftir okkara tykki er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at fremja sparingar á einum øki, sum nettupp skal skapa grundarlagið fyri at víðka um og menna okkara framtíðar vinnumøguleikar. Tað er eitt sera óheppið signal at senda teimum oljufeløgum, sum vit ynskja skulu brúka hundraðtals milliónir til kanningar og leiting á landgrunninum, at okkara myndugleikar nú skerja tann stovnin, sum skal umsita hetta økið og sum bæði skal eggja oljufeløgum til at koma henda vegin og byggja brýr millum Føroyar og oljufeløgini. Vónandi fer Jarðfeingi, sum eisini umsitur onnur øki enn oljuleitingina, at bera so í bandi, at skerjingin ikki seinkar oljuleitingini við Føroyar.

 

Annars tykist hetta árið at gerast eitt spennandi ár fyri leiting eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Sjeyndi brunnurin verður boraður og greitt er, at jarðfrøðingar hava stórar vónir til júst henda brunnin. Men enn ein turrur brunnur í eini tíð, har fleiri av oljufeløgunum tykjast vilja taka seg aftur úr økinum og við einum lækkandi oljuprísi fer ikki júst at gagna víðari leitingini. Tó nýtist tað ikki at merkja, at allir møguleikar eru troyttir. Vit fara helst at síggja minkandi áhuga, um Anne Marie brunnurin er turrur, men kortini eru tað framvegis feløg, sum fara at leita, teirra millum Statoil, Chevron og Dong fyri at nevna nøkur. Vit seta kortini okkara vónir til Anne Marie. Og áhugavert er eisini at hoyra Jarðfeingisstjóran tosa um nýggjar tíðir kring leiting. At man ætlar at royna nýggjar hættir at skapa áhuga fyri økinum. Spennandi verður at síggja, hvat hetta fer at innibera.