Sparir 10 mió kr um árið til elektroniska infrakervið

Í kost-nyttu greiningini, sum Landsverk hevur gjørt í sambandi við Suðuroyartunnilin, vera førdir fram fleiri fyrimunir sum eru, tá talan er um ein tunnil heldur enn eina farleið við skipi millum Suðuroy og meginlandið norðanfyri.

Eitt nú sparing av verandi farleið og fyrimunir fyri elektroniska infrakervið. Her verður bæði hugsað um, at tvær nýggjar ferjur skulu keypast í verkætlanartíðarskeiðinum, sum hvør kostar einar 800 milliónir krónur, og um raksturin, sum er lutfalsliga høgur – umleið 30 milliónir krónur dýrari árliga í mun til tunnilsloysnirnar.

 

Umframt hetta so verður tunnilsnýtslan ikki ávirkað av veðri, ið verður virðismett sum hagfrøðiligar avlýsingar við verandi farleið.

 

Ein eyka avleiðing við tunnilsloysnini er, at tað gerst møguligt at føra elektroniska infrakervið ígjøgnum tunnilin heldur enn eitt nú at brúka sjókáplar, ið eru væl dýrari og hava lægri haldføri. Her er talan um fyrimunir innan bæði orkunet og internet.

 

Í løtuni er Suðuroyggin avbyrgd frá restini av føroyska orkunetinum, og ein tunnil hevði gjørt tað møguligt at knýtt økið upp í samlaða orkunetið. Sambært SEV er hetta eisini avgerandi viðurskifti, sum skulu til fyri at náa teirri grønu umleggingini, tí tilknýtingin av Suðuroynni styrkir og virknisfremur føroyska orkunetið.

 

Innan internet er núverandi loysn at nýta sjókaðlar til Suðuroyar, ið týðum slitna og eru sera dýrir at umvæla. Sambært NET hevði ein tunnilsloysn bøtt munandi um hetta. Alt í alt eru sparingarnar við at koyra orku- og netkáplarnar ígjøgnum ein tunnil í mun til at nýta sjóðkaðal mettar til at vera umleið 10 milliónir krónur árliga.

 

Aðrar eyka avleiðingar, sum eisini eru verdar at taka við, eru inntøka frá ferðafólki og mist inntøka av laksaaling, um siglt verður umvegis Sandsvág. Hetta eru alt ítøkiligar avleiðingar, men vegna stórar óvissur ella av tí at avleiðingarnar ikki hava stórvegis týdning í tí stóru myndini, eru hesar báðar avleiðingar bert tiknar við í viðkvæmisgreiningina.