Spennandi navn

Heðin Askham, sum sjálvur hevði ábyrgdina av A-landsliðnum, sum vann á Íslandi herfyri, heldur Brian Kerr vera eitt spennandi navn og ein spennandi venjara at skula samstarva við

FÓTBÓLTUR

 

– Eg helt beinanvegin, at navnið var øgiliga spennandi, tí hann hevur arbeitt nógv við ungdómsmenning og eisini verið venjari á hægri stigi. Brian Kerr er ein øgiliga spennandi venjari, sigur Heðin Askham, sum fyri kortum longdi sáttmálan sum venjari hjá U21-landsliðnum, og tí óivað skal samstarva nógv við Kerr.

– Vit venjarar hava havt fund við hann, og tann spælistílur, hann leggur seg eftir, er sera líkur tí, sum vit føroyingar gera. Tí trúgvi eg avgjørt, at hann kann geva okkum eina rúgvu.

Heðin Askham vísir á, at hóast maðurin er nýggjur og teir enn ikki vita ordiliga, hvørjar venjingar, hann kemur at koyra og hvørjum hann sum venjari annars kemur at standa fyri, so er tað, hann er komin við higartil, øgiliga spennandi at síggja fram ímóti.