Spennandi oddadystur í Vági

Hondbóltur: Hjá monnunum roynir H71 at hanga í VÍF, meðan kvinnurnar hjá VB og Stjørnuni hittast í einum dysti, sum kann hava avgerandi týdning fyri hvør kemur í FM-finaluna

Bæði VÍF og H71 hava góðar møguleikar at hanga í oddastríðnum, eftir at tey bæði á útivølli hitta botnliðunum ávikavist Kyndli og Team Klaksvík. Neistin fær hinvegin sera trupult við at aftur lima seg inn í FM-stríðið, tá ið teir sunnudagin møta avgjørda oddaliðnum, KÍF, í Kollafirði.
Hjá kvinnunum er tað ein dystur, sum hevur serliga stóran týdning. Tað er nevniliga dysturin ímillum tey bæði liðini, sum eru saman á næstfremsta plássi - nevniliga VB og Stjørnan. Hesin dysturin verður í Vági sunnudagin kl.15, og er tað væl hugsandi, at vinnarin av hesum dystinum spælir seg í FM-finaluna saman við Neistanum.

Sunset-kappingin
03/03 14.30 Kyndil-VÍF
03/03 15.00 Tjaldur-Neistin
04/03 15.00 VB-Stjørnan

Atlantic Airways-kappingin
03/03 16.00 Kyndil-VÍF
04/03 16.00 KÍF-Neistin
04/03 16.00 Team Klaksvík-H71