- Seinastu fyrireikingarnar, áðrenn farið verður á fjall í morgin, og áðrenn fjallfólkið kemur út.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum - Koltur - gjáramorgunin, har ætlanin var at fara á fjall í dag.
Víst verður á, at sum liður í Koltursætlanini skal áseyðatalið takast niður, tí ein stórur partur av oynni skal friðast.
- Hetta arbeiðið byrjaði av álvara í fjør. Um alt gongur eftir ætlan, eru vit komin á mál við hesum, tá heystið er av.
Á Facebook-vanganum verður víst á, at seyðurin er í sera góðum standi í ár.
##med2##
- Spennandi verður, hvussu seyðurin fer at roynast, verður sagt úr Koltri og lagt verður aftrat, at øll lombini á myndunum eru tvílembulomb.
Á Facebook-vanganum spyr ein fylgjari, um tað ber til at keypa onkur av tvílemnulombunum til brundseyð, áðrenn allur seyðrin verður tikin av.
- Vit fara ikki at taka allan seyðin av, men eg vænti ikki, at tað verður so nógv eftir at selja livandi í ár.
Í Koltri vísa tey á, at nógv er umbiðið, men um onkur seyður verður eftir, vilja tey venda aftur.
##med3##