Spenningur íbirtur

Heldur óvæntað eydnaðist tað vestmenningum at minka munandi um munin upp til oddaliðið úr Havn. Bert hálvt stig skilir nú liðini

Talv

Kappingin í 1. deild hevur býtt seg í tveir bólkar: Havnarmenn og vestmenningar togast um gullið, meðan hini fýra liðini stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Eins og dysturin um gullið, er dysturin um bronsuna somuleiðis opin og javnur.
Undan dystunum í vikuskiftinum, vóru havnarmenn tvey stig fremstir. Sunnudagin hittu teir botnliðið úr Kollafirði og flest øll væntaðu stórsigur.

Torbjørn vann á Olaf
Spurningurin var um kollfirðingar, við Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen á odda, kundi gera nakað sum helst við flúgvandi oddaliðið.
Yvir av Hans Kristiani Simonsen sat vinmaðurin Martin Poulsen. Rættir vinmenn taka ikki skjótar javnleikir og hetta hevur heldur ikki verið eyðkenni hjá teimum báðum seinastu mongu árini. Hesaferð vann Martin.
Dysturin endaði við javnleiki. Havnarmenn eru valla nøgdir. Torbjørn Thomsen vann eitt nú við svørtum ímóti Olaf Berg. Eitt heldur óvæntað úrslit, hóast Torbjørn neyvan er samdur í hesum áhaldi!

Eldur í vestmenningum
Sjálvsálit og góður andi valdar á liðnum hjá vestmenningum. Undan dystinum ímóti hvalvíkingum, settu teir seg fyri at fáa minst ein 3-1 sigur. Fyri at fylgja nøkunlunda so dánt við havnarmonnum, mátti teir eisini vinna stórsigur.
Eftir 3-4 tímar var støðan 3-0 til VT. Rødgaard vann eitt gott og stutt talv ímóti Haldur Suna Johansen. 20 leikir. Eisini talvið millum Carl Eli N. Samuelsen og Finnbjørn Zachariassen varð stutt, men hinvegin eisini óklárt. Finnbjørn leikti skeivt í spennandi støðu.
Úrslitið mundi blíva 4-0, men Martin Brekká bardist sum ein tarvur í nærum vónleysari støðu ímóti Samson Højgaard. Í 5-6 tíma eydnaðist tað Martini at fáa javnt.
Eitt væla úrslit hjá vestmenningum, sum nú kenna seg hava eins góðan møguleika at vinna gullið sum havnarmenn.

Rani og Steintór
Greipan á Klaksvíkini 2 avgjørdi dystin ímóti Klaksvík 1. Rani Nolsøe vann eitt sera spennandi og fløkt talv ímóti Ólavur Simonsen. Ólavur hevði møguleikar at vinna, men einki tykist at ganga honum til vildar fyri tíðina. Rani, sum eisini hevur havt andróður, yvirlivdi fleiri vandastøður og tók alt stigið í endatalvinum.
Steintór Rasmussen hevur verið álitið á Klaksvík 2. Føroyameistarin frá 1990 vann eitt drúgvt talv ímóti Terja Petersen. Terji hevði helst remismøguleikar, men teknikkurin hjá Steintóri tykist ikki at bila, hóast ikki telvað verður eins nógv sum fyrr.
"B-liðið" vann, eins og í fyrra dystinum teirra millum, 3-1. Tað hevur ikki verið nøkur succes hjá klaksvíkingum at hava tvey lið í 1. deild. Bæði liðini - sum á pappírinum eru nøkunlunda eins sterk - eru í tyngra endanum. Serliga er tað "A-liðið" sum nú er í stórum vanda.
Í 2. deild hava sandavágsmenn leiðsluna, hóast teir taptu ímóti toftamonnum í vikuskiftinum.
7. umfar verður 28. januar og tá vera dystirnir í 1. deild hesir: Klaksvík 2 - Vestmanna, Kollafjørður - Klaksvík 1 og Hvalvík - Havnin.

Vijk aan Zee byrjað
Tvey umfør eru telvd í kendu superstórmeistarakappingini í Hollandi. Vassily Ivanchuk hevur sum tann einasti fult stigatal. Veselin Topalov vann ímóti Gata Kamsky í 1. umfari, men varð niðurspældur av Michael Adams í 2. umfari. Trettan umfør eru á skránni.