Boccia kapping var í KÍ høllini leygardagin. Boccia er eitt einkult, men tekniskt bóltspæl, sum enn ikki er so framkomið í Føroyum, men tað vindur alt meira upp á seg. ÍSB skipar regluliga fyri kappingum, og leygardagin var so kapping í Klaksvík. Tað vóru ikki so mong, sum høvdu lagt sær leiðina í høllina at hyggja, men nøkur vóru tey kortini.
Knapt 40 luttakarar vóru, og tey vórðu deild upp í tríggjar bólkar: Menningartarnað vaksin, rørslutarnað vaksin og børn.
Spenningurin var í hásætinum, og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu høgt allir luttakararnir gingu upp í teirra avrik. Ferð eftir ferð so hvørt sum tey høvdu spælt ein dyst í tí innleiðandi umfarinum, gingu tey yvir til Elnu Skylv Hansen, sum er ítróttarráðgevi hjá ÍSB, og spurdu, hvat nummar tey vóru í tí innleiðandi. Tey vóru sera spent at vita, hvørjum tað hevði eydnast at ogna sær pláss í hálvfinalunum. Tá øll tey innleiðandi umførini vóru av, vóru hálvfinalurnar og at enda finalurnar. Tíggju ára gamli Rói Oknadal úr Klaksvík vann barnabólkin. Vinnari av bólkinum fyri menningartarnað gjørdist Eyðstein Mortensen úr Havn og fyri rørslutarnað Marius Johannesen eisini úr Havn. Nummar eitt, tvey og trý fingu heiðursmerki og heiðursbræv. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen handaði heiðursmerkini, og hann nýtti eisini høvi til at takka fyri heiðurin og bjóðaði teimum øllum at verða hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar eina aðru ferð at halda Boccia kapping.
Boccia fyri øll
Tað er ÍSB, sum skipar fyri hesum kappingunum kring landið, men so eru tað lokal fólk, sum taka sær av fyrireikingunum. Í Klaksvík vóru tað Marita Krosstein og Margee Dam, sum skipaðu fyri. Tær báðar eru eisini Boccia venjarar í Klaksvík. Eini átta venja hjá teimum hvørt hóskvøld.
Margee sigur, at Boccia er eitt spæl, sum øll kunnu fáa gleði av.
- Nógv halda, at Boccia bert er fyri rørslu- og menningartarnað, men tað er tað slettis ikki, sigur hon og vísir á, at í útlondunum, har Boccia er sera vælumtókt eru stórar Boccia hallir. Onkur av luttakarunum leygardagin høvdu trupult við at sleppa inn í KÍ høllina, men við góðari hjálp gekk tað kortini.
- Líka sum vit hava ítróttarhallir og bowlinghøll, so hava tey eisini Boccia hallir, sigur Margee, sum hevði kunnað hugsað sær at skipað fyri Boccia kapping fyri pensjionistum. Men hon dugir tó ikki at siga, hvussu skal farast fram fyri at vekja áhuga fyri spælinum millum til onnur.
- Hetta er eitt spæl nærum skapt fyri til dømis pensjionistum. Tað er ikki kropsliga krevjandi, men tað krevur, at tú hevur høvdið við tær allatíðina. Tað er ikki bara at kasta nakrar bóltar, tað ræður jú um at fáa bóltarnar at liggja rætt og til tín egna fyrimun, tá allir eru kastaðir. Alt er loyvt til tess at røkka tínum máli, og tí er taktikkur og teknikkur lyklaorð í Boccia, greiðir Margee frá og undirstrikar, at Boccia er fyri øll.