Spilla John McCain út

Júst sum fyri átta árum síðani verður John McCain illa viðferin í statinum Suður Carolina Tá John McCain, senatorur, stillaði upp ímóti George W. Bush fyri átta árum síðani, var hann fyri sera hvøssum álopum í statinum Suður Carolina, og nú endutekur søgan seg.

Sjónvarpsstøðin CBS News sigur, at ókendir felagsskapir hava tikið seg saman og hava sent út flogseðlar, sum spilla John McCain út. Millum annað verður sagt, at hann hjálpti norðurvietnamesarunum tey árini, hann sat fangi har undir Vietnamkrígnum.

Á einum flogseðli stendur, at McCain tekur undir við fríari fosturtøku, og at hann stuðlar einum uppskoti um at loyva ymsum royndum við mannafostrum.

Uppstillingarvalið í Suður Carolina verður leygardagin.