Springaradrápið: Fólk eru á gosi um allan heimin

Vit hava úr at gera at svara spurningum frá útlendskum tíðindafólkum og um allan heim eru fólk á gosi, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum

Søgan um springaradrápið á Skálafjørðinum sunnukvøldið, eru farin verðina runt. Tað staðfestir Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum. Hann sigur, at síðani sunnukvøldið er hann ringdur niður og norður av grindaformonnum, og øðrum, sum eru forfard av tí, sum er hent.

 

Men hann sigur eisini, at serliga í dag, og í morgun, hevur hann eisini havt úr at gera við at svara spurningum frá útlendskum tíðindafólkum, sum hava frætt um springaradrápið, og sum vilja hava viðmerkingar frá Grindamannafelagnum.

 

– Longu klokkan sjey í morgun ringdi stóri, enski fjølmiðilin, BBC til mín við spurningum um springaradrápið, men eisini í gjár hevur hava heilt nógvir útlendskir fjølmiðlar ringt til okkum, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

 

Hann sigur, at viðmerkingarnar frá fólki eru nógvar – og tær eru ikki tespuligar ímóti okkum føroyingum, tí vit verða skýrdir bæði eitt og annað. Formaðurin í Grindamannafelagnum sigur, at eyðvitað eru nógv av teimum fanatisk umhvørvisfólk, men talan er eisini um vanlig skilafólk, sum leggjast eftir føroyingum.

 

Les eisini: Grindaformaður er skelkaður av drápinum

 

Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tá ið Grindamannafelagið varð stovnað fyrst í nítiárunum, var tað nettupp fyri at byrgja upp fyri tí ágangi, sum var ímóti okkum í sambandi við grindadrápi. Eitt endamál við at stovna Grindamannafelagið, varð fyri at kunna svara teimum aftur, sum eru eftir okkum fyri at vit drepa grind.

 

Hann heldur eisini, at vit eru komin rættiliga langt, men nú eru vit bumbað næstan aftur til byrjanina.

 

– Nú mugu vit mest sum byrja av nýggjum, so ringt hevur hetta springaradrápið verði fyri okkara umdømið, sigur formaðurin í grindamannafelagnum.

 

Les eisini: Hetta var heilt forferdiligt

 

Hann sigur, at vit kunnu bara vóna, at afturstigið ikki verður heilt so stórt, sum tey frykta fyri. Men tað vita vit ikki enn. Hetta er farið verðina runt, so nú mugu vit bara royna at koma burtur úr tí sum frægast, at greiða umheiminum frá okkara støðu, bæði sakliga og siðiliga, leggur hann afturat.

 

Les eisini: Nú mugu vit umhugsa at gera tað ólógligt