Kappingin verður hildin í Havn, og verður kappast í 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja, skal íðkarin skunda sær út á súkkluna, og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur tríggjar ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins. Her verður skift til renning, og runnið verður frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Teinurin verður runnin seks ferðir.