Tað sær út til, at heimurin ikki skilir at Ísrael er í bardaga, - í bardaga við Hamas, í bardaga ímóti terror. Tað hevði verið hóskandi, at heimurin hjálpti Ísrael í hesum bardaga. Men ístaðin fyri at styðja Ísrael í bardagnum móti Hamas og terror, verða hesir styðjaðir og hjálptir og ofrið, Ísrael verður álopið.
Tað eru terroristarnir Hamas, sum eru harrar í Gasa. Áðrenn, eftir og undur tí brutala álopinum, sum Ísrael var fyri, tá ið teir royndu at steðga tí sokallaðu “neyðhjálparkonvoini ella friðarskipinum”, sum søgdu seg koma við kærleika, men vístu seg at vera eitt krígskip, varð Ísrael álopið av nógvum rakettum úr Gasa og uppíblanding av palestina-arabiskum terroristum. Eingin hevði samkenslu ella føldi til kærleika til Ísrael tá.
Hetta hendir, eftir at Ísrael hevði latið Gasa frá sær, oyðilagt sítt vælbygda samfelag og sýnagogur har og grivið upp síni deyðu. Gasa er jødareint! Dagliga verður Ísrael álopið av terroristum. Meðan skipið Marmara-dramaði gekk fyri seg, sótu fleiri túsund ísraelskir borgarar í angist í bumbuskýlum í suður Ísrael, og skúlar og barnagarðar vóru stongdir í fleiri tímar grunda av rakettum og álopum úr Gasa. Tríggir terrorist-infiltrantar vóru sæddir, og Ísrael visti ikki hvussu mangir kundu vera. Men eingin í heiminum legði í, um ísraelittar, jødar vaksin og børn sótu bangin í bumbuskýlunum í fleiri tímar!
Ein heimur í kávalæti var ímóti tí, sum tann ísraelski herurin gjørdi. Ætlanin hjá “Friðarskipinum” vat klárt at bróta ísraelska stongsulin av Gasa havn. Heimurin vil at Hamas skal fá fleiri vápn.
Tá ið civilir borgarar í Ísrael verða álopnir og dripnir í heimum sínum, í skúlunum, í bilum og á vegunum, verður eingin fundur hildin í FN. Tá ið Reyði Krossur ikki sleppir at vitja tann tikna ísraelska herðmannin Gilad Shalit, sum beint ímóti internationalari lóg, verður hildin aftur í einum fangaholi av Hamas, sigur heimurin einki. Hann er nú afturhildin í fýra ár. Hetta var ein klár krígshandling og beint ímóti internationalari lóg. Og av tí at Ísrael er í kríggi við Hamas og ikki kann góðtaka, at Hamas fær fleiri deyðilig vápn, hevur Ísrael fullan rætt til hendan stongsul inn í Gasa sambært internationala lóg.
Tí hevði Ísrael eisini fullan rætt at steðga skipinum, sum tó hevði fingið tilboð um at fara til Ashdod við “humaniteru hjálp” síni. Men letur Ísrael Gasa havn upp, vil tað verða til Iran segði ísraelski forsætisráðharrin Netanjahu. Stórbýurin Askalon liggur 10 km. frá markinum til Gasa og einans 60-70 km. frá Tel- Aviv. Ísrael má fyri sína egnu trygd hava loyvi at kontrollera tey vápn, sum Hamas roynir at sníkja inn í umráðið har.
Staturin Ísrael stríðist fyri at yvirliva. Ísraels djørvu herðmenn, sum verða slignir, rændir og skotnir vóru reystir marinu-herðmenn, sum stóðu yvir fyri vápnaðum barbariskum villmonnum, sum royndu at drepa teir hóast friðarboðskap Ísraels. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at fíggindar Ísraels royna at forbanna jødarnar! Spámaðurin Bileam varð av Balak, konginum í Móab, biðin um at gera tað sama. Men øll fýra forbannilsini vendust til signingar yvir Ísrael.
GW.