Vida Akselsdóttir Højgaard
----
Palestina
Navnið finst ikki í Bíbliuni, men varð “uppfunnið”av Hadrian keisara í 2.øld e. Kr. Hadrian hataði jødarnar, og hann valdi hetta navnið, tí tað málsliga líktist orðinum Philistine, filistarar, sum vóru erkafíggindar Ísraels í Gamla Testamenti. Men filistarar vóru ikki arabar. Teir vóru frá teim grisku oyggjunum og sostatt grikkar. Hetta fólk hvarv í Gamla Testamentligari tíð.
Landið, har jødarnir búðu, er nevnt í Nýggja Testamenti sum Galilea, Samaria og Judea.
Palestina var ongantíð nakar sjálvstøðugur statur, men ein provins undir skiftandi hersetarum, m.a. rómverjum, turkum (1517-1917) og bretum (1917-1948).
Palestinar
Tey komu úr øllum londum har um leiðir, tá tann nýtíðar jødiska innflytingin av álvara byrjaði í 1880´unum. Serliga eftir 1917, tá bretar fingu mandatið har, fluttu teir inn arabar úr øllum grannalondum, tí teim tørvaði arbeiðsfólk at byggja vegir og hernaðarstøðir. Men eitt serstakt palestinskt fólk hevur ongantíð verið. Teir hava ikki egna søgu, ikki egið mál, og hava ongantíð havt sítt egna land ella egna mentan. Teir eru vanligir arabar. Navnið verður brúkt til tess at fáa fólk at trúgva, at teir hava krav uppá landið Palestina - sum jú eisini er eitt “gjørt” navn.
Undir tí bretsku mandattíðini (1917-1948) búðu bæði jødar og arabar í hesum umráðnum. Báðir partar høvdu palestinsk pass, og tosað varð um palestina-jødar og palestina-arabar.
Fólkið í Jordan - Palestina
Yasser Arafat og Hussain kongur søgdu báðir, at Jordan er Palestina. Seinast í 1940´árunum vildi Abdullah kongur, abbi Hussein, kalla sítt ríki “kongadømið Palestina”
Í 1970 segði bróðir Hussein, Hassan prinsur:”Palestina er Jordan og Jordan er Palestina.” Hetta sama árið segði skrivarin hjá Yassir Arafat, Oriana Falaci: “Tað, tú kallar Jordan, er í veruleikanum Palestina.” Sjálvt New York Times tók undir við hesum, tá blaðið 3.august 1975 skýrdi høvuðsstaðin í Jordan, Amman “tann størsta palestinska høvuðsstaðin í heiminum.”
Men Abdullah, Hassan, Arafat og The New York Times gera ikki annað enn at vátta tað, sum eitt og hvørt heimsatlas og heimsálmanakkin fortelur okkum. “Jordan situr á nærum 77 % av tí upprunaliga Palestina-mandatinum. Meir enn 2/3 av íbúgvunum í Jordan eru palestinar. Meir enn helvtin av ríkisovastum Jordans síðan 1950 hava verið palestinar. ¾ av embætismonnum Jordans eru palestinar. Palestinar stýra 70% av øllum handli í Jordan.”
Tað er ikki so løgið, at Hussein kongur í 1977 segði: “Hesi bæði fólkini (palestinar og arabar) eru í veruleikanum eitt. Tað er eitt faktum.” Also skuldu tey ikki havt brúk fyri meira enn EINUM heimlandið!-nevniliga Jordan! Landið Jordan var “jødareint”frá 1948-1995, tá friðaravtalan millum Ísrael og Jordan varð undirskrivað.
Legg til merkis:
Undir jordansku hersetingini av Samaria og Judea (1948-1967) var tað eingin, ið tosaði um ein palestinskan stat har. Umráðið varð av arabarum brúkt til at leypa á Ísrael í seks-daga krígnum í 1967. Mørkini frá 1967 vórðu kallað “Auschwitz-mørk” bæði av uttanríkisráðharranum í USA, Henry Kissinger og fyrrverandi uttanríkisráðharra í Ísrael, Abba Eban.
LEGG EISINI TIL MERKIS: PLO (Palestinien Liberation Organisation (frígeringin av Palestina) var stovnað í 1964! Tá vóru Samaria, Judea og Gaza “JØDAREIN” UMRÁÐIR! Ongir “settlers”- niðursetifólk, og ongin “occupation”- herwseting. Hvørjum skuldu teir frígerast frá, tá umráðini vóru “jødarein”???