Í dag byrjaði eitt rættarmál í Ísrael, har høvuðspersónurin var forsætisráðharrin sjálvur, Benjamin Netanyahu. Hann er ákærdur fyri eitt nú at hava forhandlað seg til góða miðlaumrøðu í einum ávísum miðli.
Tað er eitt vitni, ið sigur hetta. Vitnið er Walla Ilan Yeshua, sum hevur arbeitt ovarlaga í umrødda tíðindamiðlinum. Vitnið hevur greitt frá, at eigararnir av miðlinum ofta trýstu seg til at framleiða tíðindi, ið komu Benjamin Netanyahu til góðar.
Talan var fyri tað mesta um at fáa negativa umrøðu av honum til at hvørva. Eisini vóru fyrispurningar um at skriva negativar greinar um mótstøðufólkini hjá forsætisráðharranum, sambært vitninum.
Netanyahu hevur noktað seg sekan í øllum hesum ákærunum.