Ísraelska ákæruvaldið ákærdi í dag landsins uttanríkisráðharra, Avigdor Lieberman, fyri álitisbrot. Upprunaliga var hann eisini skuldsettur fyri korrupsjón og fyri at hava roynt at ávirka vitni, men ákæruvaldið helt seg ikki hava nóg gott próvtilfar til at ákæra hann í teimum viðurskiftunum.
Avigdor Lieberman (myndin) er formaður í tí sera víðgongda tjóðskaparflokkinum Yisrael Beiteinu, sum hevur skipað listasamgongu saman við Likud-flokkinum hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra til valið, sum stendur fyri durum.
Lieberman segði fyri nøkrum døgum síðani, at bleiv hann ákærdur, fór hann at leggja frá sær sum uttanríkisráðharri og at siga tingsessin frá sær. Enn er ikki greitt, hvast hann fer at gera.
Løgreglan hevur kannað Lieberman í sambandi við hansara tíð sum handilsmaður. Hann var millum annað undir illgruna fyri at hava tikið ímóti pengum til sítt politiska virksemi, men hesari skuldsetingini hevur ákæruvaldið slept. Ákæran um álitisbrot stavar frá teirri tíðini, tá hann var ísraelskur sendiharri í Hvítarusslandi.