SS-bátar sendir av aftur landinum

Í dag hevur Bilrøkt koyrt tríggjar bátar hjá Sea Shepherd av goymsluni hjá løgregluni og oman á bryggjuna.

Í dag hevur Bilrøkt koyrt tríggjar bátar hjá Sea Shepherd av goymsluni hjá løgregluni og oman á bryggjuna í Havn, tí hesir bátar nú verða sendir av landinum aftur.

 

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í, at varandi hald kann leggjast á hesar bátar hjá felagsskapinum, sum í alt summar og til langt út á heystið reikaði her á oyggjunum - og kring um oyggjarnar.

 

Tá tey seinastu Sea Shepherd-fólkini fóru úr Føroyum í endanum av september, segði Lamya Essemlali, átaksleiðari hjá bátsmanningunum hjá Sea Shepherd í Føroyum, at átakið hjá felagsskapinum hevur verið væleydnað.

 

Hon segði, at fleiri enn 500 mótmælisfólk vóru í Føroyum í summar og størsta talið av fólki, sum vóru her í senn, var 70.

 

- Tað er bara ein lítil grind deyð í Føroyum, og sæð við okkara brillum er sostatt talan um eitt væleydnað átak. 

 

Men hon heldur eisini, at tað hevur eydnast Sea Shepherd at fáa betri samband við føroyingar, hóast tað avgjørt ikki altíð hevur verið lætt.

 

- Limir í Sea Shepherd hava havt fordómar móti føroyingum, og føroyingar hava havt sínar fordómar ímóti okkum. Báðir partar eru komnir nógvum av hesum fordómum til lívs, helt Lamya Essemlali fyri.