SS-bátur slapp sær til havs

- Eg havi ikki frætt, at báturin, sum órógvaði grindaraksturin, er tikin, sigur løgreglan.

Eftir at hava órógvað grindaraksturin, tá grind seint í dag legði beinini í Sandavági, slapp ein Sea Shepherd-bátur sær eftir øllum at døma til havs.

 

- Eg havi ikki frætt, at báturin, sum órógvaði grindaraksturin, er tikin. Løgreglan hevur frætt frá fólki, sum var við í rakstrinum, at báturin helt til havs.

 

Tað segði telefondaman, sum tók telefonina á løgreglustøðini í Havn, fyri løtu síðan.

 

Spurd, um tað eru fimm Sea Shepherd-fólk, sum eru tikin fyri at hava sett seg upp ímóti boðunum hjá løgregluni, sigur hon, at hetta er tað talið, sum hon hevur fingið at vita.

 

- Enn hava vit ikki fingið endaliga at vita, hvussu stór grindin var, og vit vita heldur ikki í løtuni, nær seðlarnir koma út, segði telefondaman.