SSL: Hava brúkt nógvar pengar til bíleggingarskipanir

Seinastu 10 árini hevur Strandferðslan brúkt 15,5 milliónir krónur til bíleggingarskipanir

Tað sæst í svari upp á ein grein 52 a fyrispurningi, sum Stefan Klein Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni.

 

Spurningarnir eru um nógv umrøddu bíleggingarskipanina hjá Stranferðsluni, sum hevur verið nógv til umrøðu seinastu árini.

 

Spuringarnir frá løgtingsmanninum eru soljóðandi:

 

1. Í apríl í 2021 gav Løgtingið eina heimildá 1,85 mió. kr., ið var eyðmerkttil at gera eina bíleggingarskipan lidna til SSL. Er henda heimilaða játtanin brúkt?

 

2. Um ja, hvat er hon brúkt til?

 

3. Um nei, er hesin peningur so førdur aftur til landskassan og hvar er hetta skrásett?

 

4. Hví bleiv bíleggingarskipanin ongantíð roynd á eini royndarleið, ið skuldi vera klár í 2021/2022?

 

5.Hvat er samlaði kostnaðurin nú og næstu árini av at «uppstiga» ferðaseðlaskipanina FARA, sum er nevnd í ársfrágreiðingini fyri 2022 frá Landsgrannskoðanini, og hvussu er hetta sundurgreinað?

 

6. Hvat hava núverandi skipanirnar FARA og skipanin til Skopun-Gomlurættkostað til dags dato, og hvussu er hetta sundurgreinað?

 

7. Hví er uppgávan av nú nýggju ferðaseðlaskipanini ikki bjóðað út?

 

– Av umrøddu eykajáttan á 1,85 mió.kr eru í 2021 brúktar 498 tkr. upp á rokningar frá veitaranum. Harumframt eru í 2021 avsettar 1,056 mió. kr. upp á rokningar, ið eru komnar frá veitaranum í 2021, men sum Strandferðslan hevur avvíst. Samanlagda upphæddin, sum er brúkt í 2021, er sostatt 1,55 mió.kr., svarar landsstýrismaðurin til fyrsta spurningin og heldur fram:

 

– Í 2022 eru goldnar 107.000 kr fyri rokningar frá veitaranum og avsettar 262 tkr. aftrat upp á rokningar frá veitaranum, sum Strandferðslan hevur avvíst.

 

Í 2022 eru sostatt brúktar 369.000 kr íalt.

 

Tann 7. oktober 2022 stevndi veitarin av umrøddu bíleggingarskipan Strandferðsluna eftir endurgjaldi. Málið er í løtuni til viðgerðar í rættarskipanini.

 

Viðvíkjandi spurningunum 2 og 3 vísir hann til svarið til fyrsta spurningin.

 

Tl spurning 4 svarar hann soleiðis:

 

Svar til spurning 4

 

Skipanin bleiv ikki royndarkoyrd, tí semja var ikki ímillum veitaran og Strandferðsluna, hvørt skipanin var búgvin at royndarkoyra. Semja var heldur ikki um, hvørjar veitingar vóru latnar fyri tær upphæddir, sum veitarin hevði sent rokningar fyri.

 

Av tí, at veitarin síðani hevur stevnt Strandferðsluna eftir peningi orsakað av hesi ósemju, metir Strandferðslan tað ikki vera rætt at leggja fram meiri nágreinaðar upplýsingar, tí hetta kann fáa ávirkan á málið, sum er í rættarskipanini.

 

Svar til spurning 5

 

Metti kostnaðurin av at dagføra FARA-ferðaseðlaskipanina er 3,55 mió.kr. Størsta íløgan liggur í sum skjótast at skifta út alla útgerð í bussum og ferjum, tí Strandferðslan hevur í løtuni onga brúkiliga eyka útgerð til hesa skipan. Verandi útgerð er í rættiliga ringum standi.

 

Kostnaðurin til keyp av útgerð (hardware) er mettur til 2,44 mió.kr, og dagføringin av forritum (software) er mett at kosta 1,11 mió.kr. Haraftrat skal annað arbeiði gerast, so sum at knýta skipanina upp í Samleikan hjá Talgildu Føroyum og menna eina app. Síðstnevndu arbeiðini verða boðin út til føroysku kt-vinnuna.

 

Tað er ikki greitt enn, hvat metti kostnaðurin er av hesum.  

 

Svar til spurning 6

 

Strandferðslan skifti í 2012-13 finsku ferðaseðlaskipanini Buscom út við núverandi norsku ferðaseðlaskipan frá veitaranum FARA. Kostnaðurin av FARA-skipaninini hevur í høvuðsheitum verið haldaragjald umframt kostnaðir til smærri tillagingar.

 

Síðani 2014, tá ið Strandferðslan kom inn í Búskaparskipan Landsins og tíggju ár fram, eru goldnar í miðal 1,3 mió.kr. um árið í haldaragjaldi fyri FARA-ferðaseðlaskipanina og 155.000 kr um árið fyri ymsa menning.

 

Fyri eitt tíggju ára tíðarskeið eru goldnar íalt 14,2 milliónir krónur fyri FARA-skipanina.

 

Plássbíleggingarskipanin, sum av fyrstantíð varð ment í 2016-17 til Sandoyarleiðina, er nú eisini sett í verk á Kalsoyar- og á Mykinesleiðunum, og verður sum skjótast sett í verk á hinum sjóvegis farleiðunum.

 

Tann fyrsta verður eftir ætlan Smyril. Tá ið Herjólfur avloysti Smyril, meðan hesin var í dokk í 2022, bleiv plássbíleggingarskipanin brúkt til bæði bilar og farm. Skipanin verður eisini brúkt til farmabílegging umborð á Smyrli. Arbeitt verður harumframt við at fáa plássbíleggingarskipanina at samvirka við dagføringina av FARA-skipanini.

 

Samlaði kostnaðurin til menning av plássbíleggingarskipanini hevur verið 692 tkr, og raksturin hevur kostað 341 tkr, samanlagt 1,03 mió.kr.

 

Strandferðslan bílegði upprunaliga menningina av plássbíleggingarskipanini og eigur og rekur skipanina í dag.

 

Svar til spurning 7

 

FARA-ferðaseðlaskipanin, sum Strandferðslan hevur havt síðani 2012-13, bleiv niðurraðfest, tá ið gongd bleiv sett á at menna bíleggingarskipanina, sum ósemja nú er um. Strandferðslan luttók tí ikki í teim dagføringum, sum aðrir kundar hjá FARA gjørdu leypandi.

 

Í baksýni er greitt, at mann hevði staðið seg betur við at hava gjørt nevndu dagføringar, tí so var ikki neyðugt við eini so lutfalsliga stórari dagføring her og nú. Tí nú er av álvara komið at evstu mørkum við verandi skipan, og uttan vælvild frá norska veitaranum hevði tað ikki verið gjørligt at hildið gomlu versjónina av skipanini í gongd.

 

Fyri yvirhøvir at hava eitt amboð til at krevja inn 44,2 mió.kr. (2023) í ferðaseðlainntøkum, og eisini grundað á eina ítøkiliga váðameting, var neyðugt beinanvegin at fara undir at dagføra verandi skipan.

 

Stundir vóru ikki til at bjóða skipanina út, og tí hevur Strandferðslan verið á fundi við Gjaldstovuna um støðuna. Við heimild í rundskrivi nr 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum søkti Strandferðslan um formligt undantaksloyvi, og er umsóknin blivin játtað.

 

Hetta sæst váttað á Keypsportalinum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, at enda í svarinum til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.