Fótbóltur
Tað var høgur intensitetur, spennandi og undirhaldandi, tá ið B68 vitjaði í Gøtu.
Seks mál – trý í part – undirstrika hetta, og síðsta málið var so fínt, sum tað sjáldan sæst í føroyskum fótbólti: Øssur Hansen sendi av brotsteigarmarkinum og upp í handara krókin. Tað minti ikki sørt um tiltikna málið ímóti Slovenia fyri níggju árum síðani, og fagnaðurin var ikki minni, enn hann var ta ferðina. Í hvussu so er millum tey, sum tóku á við B68. Og tað var ikki so undarligt, tí tað hevði verið heilt misvísandi, um gestirnir høvdu farið út um aftur Gøtueið við ongum.
Í lítlu løtuni, eftir at Øssur Hansen við klassamálinum hevði tryggjað B68 eitt stig, var um reppið, at toftamenn skoraðu sigursmálið. Innskifti Dánjal Pauli Højgaard legði innfyri úr høgru, og miðverjin Niclas Niclasen sendi í tvørtræið, tá ið hann royndi at verja fyri. Innskifti André Olsen fekk fatur á returinum, hann legði væl innfyri til Jóan Símun Edmundsson, sum var blankur, men í staðin fyri í málið so rakti bólturin í Geza Turi.
So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og áskoðararnir kundu aftur draga andan. Tað høvdu teir næstan ikki havt stundir til í fitta løtu. Tí beint frammanundan B68 dupult møguleikanum var tað um reppið, at Víkingur tryggjaði sær øll stigini. Súni Olsen, sum hesa ferð var miðverji og luttók nógv í uppbyggjandi spælinum, legði langa sending fram í brotsteigin, har innskifti Magnus Skoralíð var leysur í góðari støðu, men hann sendi bóltin framvið málinum.
Nógv at klappa at
Tá ið teir fóru at hvíla seg, var heimaliðið frammanfyri 1-0. Málið skoraði Sverri Jacobsen, sum var hægstur og við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Súni Olsen hevði lagt fríspark fram í brotsteigin.
Hóast heimaliðið var á odda, so høvdu gestirnir avgjørt ikki smæst burtur. Teir høvdu fleiri møguleikar.
Tíðliga høvdu teir bóltin bæði á stólpanum og tvørtrænum. Jóan Símun Edmundsson stútaði í stólpan, eftir at sera sannførandi Øssur Hansen hevði lagt innfyri úr vinstru, og Keita sendi við høvdinum bóltin í tvørtræið. Eisini ta ferðina átti Øssur Hansen innleggið úr vinstru.
Besta møguleikan av øllum fekk B68 miðvallarin Nenad Stankovic, tá ið dómarin eftir stóran hálvan tíma peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at ein av heimamonnunum hevði brúkt armin. Geza Turi vardi meistarliga væl fyri, men satt at siga var skotið ikki serliga meistaraligt.
Eftir hvíldina góvu báðir partar seg fult og heilt. Tað sang í nærdystunum, og spælið var á góðari leið. Á miðvøllinum var tætt og ofta væl spælt við skifti millum stuttar sendingar og nógvar flytingar og so langar sendingar, og málmøguleikar vóru í báðum endum.
Stutt eftir steðgin javnaði Keita fyri B68, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði gjørt gott arbeiði, og Debes Danielsen hevði lagt innfyri úr vinstru.
Víkingur svaraði væl aftur, og eftir lítlari løtu tóktist tað sum um, at heimaliðið hevði avgjørt sær til fyrimunar. Eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram prikaði Hans Jørgen Djurhuus bóltin í málið, og fagnaðurin hevði ikki meiri enn lagt seg, tá ið Finnur Justinussen var hægstur og við høvdinum stýrdi innleggi frá Sam Jacobsen í kassan.
Øssur Hansen var meistari fyri innlegginum, ið bar 3-2 málið við sær. Tað skoraði Jóan Símun Edmundsson, eftir at André Olsen hevði havt næstsíðsta fótin á, og so var tað, at Øssur Hansen, sum klárt var besti maður á vølli, tók sakina í egnar hendur – ella rættari sagt føtur – og sendi bóltin í málið.