Øssur yvir Óla

FCK hugsaði um Lazio, tá teir vóru á útivølli ímóti FCM

 

Sæð við føroyskum eygum var mest spennandi uppgerðin í Danmark hetta vikuskiftið dysturin í næstbestu deildini í Hvidovre, har B93 vitjaði.

Óli Johannesen var annar av miðverjunum hjá Hvidovre, sum var í 4?4?2 uppstilling. Øssur Hansen var ytstur í vinstru á B93 miðvøllinum. B93 var eisini í 4?4?2 uppstilling.

Óli Johannesen spældi alla tíðina, meðan Øssur Hansen var við fyrstu 70 minuttirnar. Men tað vóru Øssur og teir, sum endaðu omaná. Hvidovre legði seg framum, men B93 javnaði og fram ímóti dystarenda fingu teir sigursmálið.

? Óli var tryggur í miðverjuni hjá teimum. Eg haldi, at tað gekk hampuligt hjá mær í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki gekk tað mesta fyri seg í hinum borðinum, sigur Øssur Hansen úr Keypmannahavn.


Fá mál

Í FCK hugsa teir mest um Europa Cup dystin ímóti Lazio. Tað sást eisini í útidystinum ímóti FCM, sum endaði málleysur. Todi Jónsson var ikki við í Ikast, og tað er greitt, at hann verður heldur ikki við í annaðkvøld, tíverri.

Esbjerg og Vejle spældu 1?1, AGF kom á stigatalvuna, tá teir fingu 0?0 á útivølli í Viborg, og fyri mongu áskoðararnar í Aalborg var tað eitt vónbrot, at AB skuldi vinna 2?0 á AaB.

Brøndby er heilt væl fyri. Teir vunnu 2?0 á OB, og so loyvdu teir sær eisini at misnýta eitt brotsspark. jh