Innflutningsloyvi, sum landsstýrið hevur givið vágamonnum til ein norskan línubát, hevur vakt so mikið stóran ans, at longu fyrsta dagin løgtingið var til arbeiðis aftur eftir jólafrítíðina, fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum heilar tveir fyrispurningar um hesi viðurskifti.
Áhugin er so stórur, tí at hetta er eitt heilt serligt innflutningsloyvi.
Og tað eru bæði løgtingsmenn úr samgongu, og úr andstøðu, sum vilja hava nærri at vita um mátan, sum landsstýrið hevur viðgjørt málið uppá.
Í tí eina fyrispurninginum spyrja løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, hvussu kann landsstýrið geva innflutningloyvi til eitt fiskfar úr Noregi, sum er størri enn øll stállínuskipini í føroyska flotanum, og koyra tað í bólk 4b saman við útróðrabátum, uttan at hetta nervar tey línuskipini, sum longu eru í flotanum og útróðrabátarnar í bólkinum?
Teir spyrja eisini, um landsstýrismaðurin kann greiða meira nágreinliga frá, hvør báturin er, hvussu stórur hann er, hvussu hann er útgjørdur, og hvussu stóra veiðiroku hann hevur, afturímóti teimum førum, sum eru farin úr flotanum.
Avtalan millum norðmenn og vágamenn
Teir báðir løgtingsmenn spyrja eisini Jørgen Niclasen, um hann kann greiða frá, hvat stendur í teimum avtalum, sum eru gjørdar í millum norsku og føroysku eigararnar í felagnum, sum skal innflyta norska bátin Frøyanes?
T. d. halda teir, at tað hevur áhuga at vita, hvar báturin skal avreiða.
At enda spyrja teir landsstýrismannin, um vit kunnu rokna við, at fleiri innflutningsloyvir av hesum slagnum verða givin, ella um landsstýrismaðurin ætlar at taka givna innflutningsloyvið aftur og koma við uppskoti um at broyta lóggávuna soleiðis, at slíkt ikki kann henda?
næstan onki fiskað
Í viðmerkingunum til fyrispurningin siga teir báðir, at í nógv ár hevur mannagongdin verið, at skal loyvi gevast til nýbygging ella innflutning av fiskiskipi, skal annað fiskiskip við samsvarandi veiðiorku burtur úr fiskiskapinum.
? Men nú er váttað, at eitt føroyskt felag hevur fingið innflutningloyvi til ein umleið 10 ára gamlan norskan línubát, og at trý føroysk fiskiskip, sum seinastu nógvu árini hava verið lítið ella einki í vinnu, skulu burtur úr fiskiskapinum ístaðin.
? Vit vita, at tey skipini, talan er um at leggja fyri at fáa norska línubátin inn, ikki hava verið í vinnu sum línuskip.
? Talan er um ein útróðrarbát og tvey fiskifør, íð eru nakað størri, men sum bert í lítlan mun hava roynt við snellu ávikavist undir Føroyum og undir Íslandi.
? Eftir tí vit vita, hevur tann norski línubáturin nógv størri fiskiorku enn hesir báðir tilsamans og eisini eina størri fiskiorku enn línuskipini, sum longu eru.
Teir báðir siga, at eftir tíðindum í føroysku fjølmiðlunum er talan um ein bát, sum er bygdur í 1989, íð hevur frystilast, og sum er væl størri enn teir vanliga føroysku línubátarnir.
Skerjir hinar bátarnar
Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass siga, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap hevur bólkur 3, sum er línuskip yvir 110 tons, 2.660 dagar.
? Hetta fiskidagatal verður býtt ímillum tey verandi skipini í nevnda bólki. ? Talan er um 17 skip við fullum línuloyvi og tvey skip við partvísum loyvi.
? Skipini við fullum loyvi hava 133 dagar í part og ávísa kvotu í íslendskum sjógvi.
Sambært tíðindum, sum ganga, hevur norski línubáturin fingið 156 dagar, umframt tvey loyvir í íslendskum sjógvi.
? Tað sigst, at Frøyanes hevur fingið kalvaloyvið hjá Mai, og at snelluloyvi hjá Miðvingi verður latið sum línuloyvi í íslendskum sjógvi.
? Hetta kemur sjálvsagt at skerja kvoturnar hjá hinum føroysku bátunum undir Íslandi.
Álvarslig hóttan
Teir halda, at verður innflutningsloyvið til Frøyanes ikki tikið aftur, kunnu vit rokna við, at fleiri aðrar umsóknir um innflutningsloyvi av sama slag eru á veg.
? Verða hesi givin, síggja vit fyri okkum, at støðan bæði hjá útróðrarflotanum og stállínuskipunum verður álvarsliga hótt, bæði tá talan er um fiskidagur undir Føroyum og kvotur í íslendskum sjógvi, siga Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kasss.
Fimm spurningar
Eisini hjá Bjarna Djurholm hevur hetta málið so stóran áhuga, at hann hevur sett floksfelaga sínum í Tinganesi fimm spurningar um innflutningsloyvi til Frøyanes:
1. Er tað í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap, at nýmótans línuskip ogna sær fiskiloyvi í bólki 4 B?
2. Hevur skipanarnevndin viðmælt, at føroyingar eru slopnir at flyta inn Frøyanes, og at báturin fær fiskiloyvi í bólki 4 B?
3.Fær Frøyanes loyvi at royna á grunnum vatni, har onnur fiskiskip í somu stødd
ikki sleppa at royna?
4.Víkir landsstýrið í hesum máli frá meginreglunum um vinnuligan fiskiskap í spurninginum um atgongd til føroysk veiðiloyvi og kvotur?
5.Hvussu tryggjar landsstýrið sær, at reglurnar um ognarviðurskiftini í fiskiflotanum verða hildnar sambært § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap?
Kann vera óheppin gongd
Bjarni Djurholm vísir á, at fyri stuttum kom undan kavi, at eitt føroyskt felag hevur keypt 2/3 av norska frystilínubátinum Frøyanes, og at norðmenn framhaldandi eiga seinasta triðingin.
? Sambært landsstýrinum er hesin línubátur skrásettur í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum yvir 40 tons. ? Fyri at náa hesi skráseting, hava føroysku eigararnir keypt trý skip úr flotanum, og eftir umrokningum fær nýggi línubáturin 156 fiskidagar umframt íslandsloyvi.
Bjarni Djurholm sigur, at henda mannagongd hevur vakt ans.
?M.a. er Frøyanes skrásettur í bólkinum fyri útróðrarbátar yvir 40 tons og ikki fyri línuskip yvir 110 tons. Harafturat skilst, at landsstýrið hevur játtað at leggja veiðiloyvir saman millum bólkarnar, og fylgja fiskidagarnir tí við.
Hann heldur, at hóast norðmenn bert eiga triðingin í línubátinum, er spurningurin, um landsstýrið nú slóðar fyri, at útlendingar, sum frá líður, kunnu ogna sær føroysk fiskiloyvi og kvotur.
? Vit kunnu longu staðfesta, at stórur útlendskur áhugi er í nótaflota okkara, og at alivinnan lutvíst eisini er undir útlendskari leiðslu og ognarrætti, sigur Bjarni Djurholm.
? Hetta kann verða ein óheppin gongd, tí sum frá líður kann høvuðsvinnan gerast útlendsk og fer tí ikki at virka við føroyskum áhugamálum fyri eyga.
Avreiða í Noregi?
Hann sigur, at politiski boðsetningur landsstýrisins hevur verið, at veiðitrýstið ikki skal økjast. M.a. varð dagatalið hjá línuskipunum lækkað í fjør.
? Ein týðandi táttur í fiskivinnupolitikkinum hevur eisini verið, at skip og bátar eru bólkaði eftir stødd og reiðskapi.
? Fiskiskapurin undir Føroyum er sera fjølbroyttur, og hóast sjálvsagt ynski um størri umsetiligheit í skipanini, so hevur tað týdning, at býtið millum stór og smærri skip/bátar verður soleiðis, at trolarar og størri før ikki fiska við síðuna av úróðrarbátum o.s.fr. Hetta er ein partur av sjálvari stovnsrøktini.
? Sum skilst hevur Frøyanes fingið fiskiloyvi millum smáu skipabólkarnar, og gitingar eru tí um, at hann fer at royna við allari veiðiorku síni á grunnum vatni, har størru føroysku skipini ikki sleppa framat.
? Um so er, er hetta nýggj mannagongd í býtinum millum skipabólkarnar, og eigur landsstýrismaðurin tí at greiða tinginum frá samanhanginum í mannagongdini í málinum higartil.
Nýggi línubáturin fer at frysta fiskin umborð, og tað er nógv, ið bendir á, at ætlanin er at avreiða í Noregi. Løgtingsmaðurin sigur, at um fiskurin ikki verður avreiddur og virðisøktur í Føroyum, er tað ein spurningur, um tað er í samsvari við førda fiskivinnupolitikkin.
? Tað er sera umráðandi, at føroyingar sjálvir hava fulla stýring á fiskivinnuni, og at vit ikki fráskriva okkum ognarættin til tilfeingi okkara. Tað kann gerast ein vandaleið, enda føroysk fiskiloyvi/kvotur sum veðhald hjá eitt nú norskum kreditorum, sigur Bjarni Djurholm.