Hondbóltur
Nseistin-StÍF 20-27 (8-10)
Fram til sunnudagin hevði ári 2000 verið ein sonn sigursgongd hjá Neistanum. Í landskappingini hevði liðið vunnið allar dystirnar frá ársbyrjan fram til sunnudagin, og seinasti stigamissurin var 12. desember í ?99, tá teir vóru á vitjan hjá StÍF. Seinasta tapi var 21. november í fjør, tá teir taptu í Vestmanna.
Fór ikki at halda
Ikki tí, tað hevur líka sum ligið í luftini í heyst, at neistaliðið ikki fór ósigrað ígjøgnum hetta kappingarárið. Styrkin er neyvan at sammeta við hana í fjør, og hetta mundu strandingar eisini vera greiðir um, tá teir sunnudagin fóru á vøllin.
Bæði liðini máttu annars vera týdningarmiklar leikarar fyri uttan. Leikandi venjarin hjá StÍF varð skaddur móti VÍF fyri viku síðani, og hjá Neistanum sá Kári Mortensen reytt í grannauppgerðini móti Kyndli. Harumframt var Elmar Ósá heldur ikki tøkur hjá Neistanum.
Tað var Jacob Jónsson hinvegin, og fyrsut løtuna nærum hótti hann við at gera av við strandingar einsamallur. Skot og fríspælingar streymaðu frá hondum hansara, og tað skjótt greitt, at einasta gongda leið hjá StÍF var at mansverja, og seinastu 50 minuttirnar av dystinum varð hetta eisini gjørt.
Johan slóðaði fyri
Neistin, sum fram til tá hevði veirð omaná, fekk eftir hetta ongantíð veruliga gongd á spælið.
Áki Mørk royndi seg við nøkrum knallhørðum skotum, men ofta var ferðin størri enn neyvleikin. Jákup Sverri fekk fatur á nógvum inni á strikuni, og gjørdist hann eisini toppskjútti, men tað var so at siga tað, sum Neistin hevði at bjóða í álopspartinum.
Tó so. Høvdu strandingar havt onkran annan málverja enn Johan Danielsen, kundi væl verið, at máltalið hjá Neistanum var størri, »Johan Superman«, sum strandingar rópa hann, nærum læsti málum í løtum, og legði har við lunnar undir útisigurin.
Leivur skeyt Lars niður
Í álopspartinum lá sum vanligt nógv á herðunum hjá Artur og Alexandur, men tað var tó frá einum øðrum armi enn teirra, at flestu StÍF málini komu.
Leivur Justinussen hevur fleiri ferðir áður víst, at hann er førur fyri at senda nakrar kanónkúlur avstað, men sjáldan hevur tað verið gjørt so støðugt, sum á Hálsi sunnudagin.
Lars Winther í Neistamálinum varð snøgt sagt skotin niður á jørðina eftir frálíka avrikið móti Kyndli, og serliga í seinna hálvleiki var sjónligt, at hann hevði tapt sálarliga kríggið móti StÍF álopinum, og ferð eftir ferð varð hann fangaður á skeiva beininum, meðan avíkavist Artur, Alexsandur og Leivur sendi bóltarnar upp í málhornið.
Í roynd og veru var sigurin hjá StÍF ongantíð í Vanda, eftir at teir høvdu tikið Jacob Jónsson úr spælinum.
Vanliga kvika hondbóltsspæl teirra kom kanska ongantíð veruliga til sín rætt, men hinvegin prógvaðu teir við sigrinum, at tað fram um hini liðini eru teir, sum skulu takast við vestmenningar í oddastríðnum, men til tað krevast, at venjarin skjótt verður tøkur aftur.
Dysturin í tølum
Malskjúttar:
Neistin: Jákup Sverri Kass 8(1), Áki Mørk 5, Jacob Jónsson 4, Regin Didriksen 2, Ári Rouch 1
StÍF: Leivur Justinussen 9, Alexandur Johansen 6(1), Marius Joensen 4, Andre F, Danielsen 3, Artur Johansen 3, Pauli Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 3
Útvísingar: Neistin 6
Diskvalifikatión: Neistin 1(3x2 minuttir)