StÍF endurtók bragdið í Vestmanna

Hondbóltur: Aðru ferð upp í slag vann StÍF á VÍF í Vestmanna, men hóast vinnarin var tann sami, so var himmalhøgur munur á hesum dystinum og tí beint áðrenn jól

Sum tey, ið fylgja við føroyska hondbóltinum, ivaleyst vita, so vann StÍF stórsigur á VÍF í Vestmanna í seinasta dystinum í grundspælinum beint fyri jól.

Mikukvøldið vóru strandingar aftur í Vestmanna, og enn einaferð eydnaðist tað teimum at fáa bæði stigini við sær heim aftur.

Men burtursæð frá tí var ikki nógv, sum minti um fyrra dystin millum liðini. Vestmenningar vóru nógv meira tendraðir hesaferð, og orðini hjá VÍF-venjaranum Daniel Rapa í Sosialinum fyrr í vikuni um, at dysturin mikukvøldið fór at verða ein heilt annar enn tann, sum varð spældur 19. desember, vístu seg at vera sonn.

Men tað eydnaðist so heldur ikki VÍF at vinna hesaferð. StÍF vann 35-33, og dysturin var eins javnur, og úrslitið sigur. Í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at vera á odda, og tá hálvleikt var, vísti klokkan 18 til StÍF og 17 til VÍF (í dystinum í desember var StÍF á odda 20-9 í hálvleikinum).


Sámal, Áki og Martin

Í seinna hálvleiki var tað VÍF, sum byrjaði betur, og einu løtuna sá eisini út til, at teir fóru at fáa fatur í longra endanum, tá avtornaði. Vestmenningar løgdu seg miðskeiðis í hálvleikinum á odda 29-25. Áki Olsen spældi ein branddyst og skeyt tilsamans 11 mál ? átta fleiri enn í seinasta dystinum móti StÍF. Hetta var hóast strandingar mansvardu hann meginpartin av dystinum.

Eisini Sámal Joensen hevði innstillað siktið betur hesaferð. Mansverjan av Áka gav honum betri pláss, og hann fekk átta mál tilsamans. Saman við teimum báðum skjúttunum spældi Martin Hummeland eisini ein av sínum bestu dystum higartil í ár, og skjóti vongurin fekk eisini átta mál.

StÍF-málverjin Johan Danielsen spældi ikki illa, men hann fekk ikki fatur á so nógvum hesa løtuna, og tí setti StÍF í staðin Henning Jarnskor í búrið. Og hann vísti, at um Johan hevur ein off-day, so hevur nýggja oddaliðið í 1. deild hjá monnum ein annan góðan mann at verja málið. Henning hevði fleiri týdningarmiklar bjargingar hesa løtuna, og tá so strandingar gjørdu sína skyldu í hinum endanum av vøllinum, gekk ikki leingi, áðrenn StÍF var komið upp á javnleik 30-30.

Hjá strandingum var John Petersen aftur millum teir bestu. Hann er annars nú farin til Schweiz, har hann skal spæla fótbólt, í fyrsta umfari í eina viku, men tað má sigast at vera rættiliga sannlíkt, at uppihaldið hjá StÍF-vonginum og B36-áleyparanum í fjallalandinum verður longri enn tað.

Hvat tað fer at merkja fyri StÍF-liðið, er ilt at siga, men liðið hevur í øllum førum koyrt væl sum ein eind í seinastu dystunum. Strikuspælið hevur riggað væl, og tað skaraði eisini framút mikukvøldið. Saman við Sveinbjørn Poulsen á strikuni hevði Elias Hansen eisini ein góðan dag og var vandamiklari, enn hann ofta fyrr hevur verið.


Skjótt millum málini

Sum heild var nógv ferð á dystinum, og tað gekk skjótt millum málini. Men tá John Petersen setti eitt brotskast í netið til 34-32, var liðugt hjá VÍF, hóast bæði liðini megnaðu at fáa eitt mál afturat, hóast tað bert var ein minuttir eftir, tá brotskastið kom.

Brotskastið var rætt dømt, og sum heild komu dómararnir væl frá eini torførari uppgávu.

Strandingar hava nú lagt seg á odda í deildini. Enn er alt ov tíðliga at tosa um FM, og tað vita teir eisini sjálvir. Men seinastu dystirnar hava teir spælt, sum um teir hava trúð upp á tað. Trúgv og vilji hevur nógv at siga í øllum ítróttargreinum, og her stendur StÍF so ikki aftanfyri hini liðini. Men tað eru eisini fleiri onnur um boðið, millum annað H71 og VÍF, sum hittast í Havn í morgin.

Sum heild verða fleiri áhugaverdir dystir longu tær fyrstu vikurnar av endaspælinum.

Dysturin millum H71 og VÍF verður tann fyrsti, og leygardagin eftir spæla H71 og StÍF í Havn. Og dagin eftir tað verður aftur dystur í Havn, tá millum Kyndil og VÍF.

So tað er nógv at gleða seg til hjá teimum, sum dáma væl at hyggja eftir hondbólti.


VÍF-StÍF 33-35 (17-18)

VÍF: Áki Olsen 11, Martin Hummeland 8, Sámal Joensen 8, Oyvindur Brimnes 2, Hjalmar Klein Olsen 2, Rógvi Nielsen 1, Áki G. Olsen 1.

StÍF: John Petersen 10 (3), Sveinbjørn Poulsen 7, Artur Johansen 6 (1), Elias Hansen 5, Agnar Højgaard 4, Jónleif Sólsker 3 (1).

Ávaringar: VÍF 3, StÍF 1.

Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2.

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen.