Seinnu árini hava strandingar ikki verið so frammarliga í føroyskum manshondbólti, sum teir vóru tað fyrstu 10 árini í hesi øldini.
Í vetur tóktist liðið heldur ikki at hava tað heilt stóra at siga, men seinastu vikurnar hevur av álvara glógvað í hjá teimum hvítu. Gaman í fingu teir veruliga bank í Vestmanna, tá teir vitjaðu har, men síðani hava bæði Kyndil og KÍF vitjað á Skála, og í báðum førum eru gestirnir sendir heim við ongum.
Sunnudagin var talan um stóra avbjóðing. Tó at meistararnir úr KÍF tykjast hava harðari kapping í ár, enn teir høvdu í fjør, so eru kollfirðingarnir á finalukós. StÍF hevði hinvegin møguleikan at blanda seg í oddastríðið, um teir vunnu dystin, og hesum møguleikanum tóku teir av.
Dysturin gekk fyri nógva sera javnt á, men seinastu løtuna var tað StÍF, sum rann avstað. Eitt sindur merkisvert, tá hugsað verður um, at KÍF ofta gevur trumfað mótstøðuna niður seinastu minuttirnar av dystinum, men hetta varð altso ikki støðan á Skála í gjár.
- - -
StÍF - KÍF 29-24 (15-13)
10 min: 5-5
20 min: 11-9
40 min: 19-17
50 min: 23-22
StÍF: Jógvan G. Joensen 9, Sveinur Justinussen 5, Marius Joensen 5, Kjartan Johansen 3(2), Fríði R. Djurhuus 3, Borgar Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Leivur Justinussen 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8(3), Magnus Muller 4, Nicklas Selvig 4(2), Rúni Joensen 4, Tony Weihe 3, Rógvi Weyhe 1
Brotskøst: StÍF 2/2, KÍF 5/5
Útvísingar: StÍF 3, KÍF 6