Fimleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Fitt av fólki var komið saman at hyggja at framsýningini, sum fimleikafelagið Støkk úr Runavík skipaði fyri seinasta leygardag.
Við í ferðalangnum vóru fleiri lið í ymsum alursbólkum, og var framsýningin sera væl fyriskipað.
Fimleikafelagið Støkk hevur fleiri ferðir fyrr verið á vitjan í Klaksvík, og hvørja ferð hevur uppmøtingin til framsýningarnar verið stak góð.
Støkk hevur gjøgnum seinasta árið vunnið fleiri kappingar í landinum, og hetta sást eisini aftur á framsýningini.
Framsýningin var sera stórsligin og vøkur, og áskoðararnir fóru væl nøgdir til hús aftur eftir framsýningina.