Amerikanski forsetin Donald Trump hevur mild sjúkeyðkenni upp á koronu eftir at vera staðfestur positivur við koronuvirus. Men hann heldur fram við at røkja sínar uppgávur.
Tað váttar stápsstjórin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows.
– Amerikanska fólki kenna kenna seg vissað um, at vit hava ein forseta, sum ikki bara er til abreiðis, men fer at verða verandi til arbeiðis, og eg síggja ljóst uppá, at hann skjótt fer at koma fyri seg aftur, sigur hann í stuttari kunning við tíðindafólk.
Hann lvoar, at tað seinni í dag fer at koma ein dagføring um støðuna hjá forsetanum.
Republikanski meirilutaleiðarin í Senatinum, Mitch McConnel, sigur, at hann hevur tosað í telefon við forsetan, og at Trump var í góðum hýri.
Kona forsetans, Melania, er eisini smittað. Hon skrivar á Twitter, at eisini hon hevur mild sjúkueyðkenni.
Fyrr í dag varð boðað frá, at varaforsetin Mike Pence er kannaður og staðfestur negativur við koronu.
Um so verður, at forsetin vegna sjúku ikki kann fremja arbeiði sítt, so er tað varaforsetin, su,m tekur yvir leiðsluna í landinum. Í styttri ella longur tíð. Um forsetin doyr, so verður varaforsetin settur sum ríkisleiðari.
Boðini um, at Trump og konan, Melani, eru testað positiv við covid-19, komu frá forsetanum sjálvum á Twitter í morgun okkara tíð.
Nógvir amerikanski miðlar hava heft seg við, at forsetin í fleiri mánaðir hevur roynt at lítisgera sjúkuna og lovað eina skjóta koppseting.
Seinast undir sjónvarpskjakinum mikudagin okkara tíð við demokratiska avbjóðaran gjørdi hann gjøldur av Joe Biden, sum hevur gjørt tað til ein vana at ganga við masku, tá hann er í eini mannfjøld.
Trump hevur í vikuvís hildið stórar veljarafundir við fleiri túsund stuðlum. Nógv eru komin uttan masku ella hava hildið frástøðu til onnur, eins og forsetin sjálvur heldur ikki hevur havt masku.
/ritzau/