Hvítusunnudag fara klaksvíkingar um Suðuroyarfjørð. Teir vita, at avbjóðingin, sum bíðar teimum 2. hvítusunnudag í Trongisvági, har teir í morgin fara at taka nýggja felagshúsið í nýtslu, er risa stór.
– Teir vóru her norðuri í 1. umfari, og vit vunnu 3-0. Ta ferðina høvdu teir risa møguleika at leggja seg á odda, og tað koppaði okkara veg eftir stórt verjumistak. Síðani hevur TB víst, at tað býr nógv í teimum, so tað er einki at ivast í, at okkum bíðar ein stór avbjóðing, sigur royndi KÍ miðvallarin Atli Danielsen.
KÍ var fyri viku síðani partur av 1-1 uppgerð ímóti Víkingi. Ta ferðina varð miðvallarin Ivan Joensen vístur av vølli tíðliga í 2. hálvleiki, og harvið er hann leikbannaður hesa ferð. Tað er stórur smeitur hjá KÍ, tí tað er einki at liggja omaná, at fótbóltsspælið hjá klaksvíkingum er hópin betri, tá ið Ivan Joensen er við. Sannlíkast verður Henry Heinesen sentralur miðvallari. Hann er óførur stríðsmaður, og tann dygdin er góð ímóti TB. Í Gundadali síðsta sunnudag vóru tvøramenn ógvuliga avgjørdir og sannførandi í nærdystunum.
Álvur F. Christiansen fór skaddur av vøllinum í Gøtu. Hann hevur ikki vant við fullari ferð í vikuni, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla mánadagin.
TB venjarin, Hans Fróði Hansen, iðrar seg um fleiri av úrslitunum higartil, tá ið hann tekur saman um fyrsta triðingin av kappingarárinum:
– Tað var bara í Sørvági, at vit vóru orduliga niðurspældir og taptu so rudduliga. Í øllum hinum dystunum – bæði á heimavølli og á útivølli – hava vit havt møguleika fyri at vinna fulla úrtøku. Við avrikinum í Klaksvík í huga er tað ikki so torført at fylgja TB venjaranum, sum hevur sína frágreiðing uppá, hví klaksvíkingar hava vunnið so nógv stig:
– Tað er ógvuliga tætt millum liðini. Ávísir spælarar eru orsøk til, at summi lið vinna meiri enn onnur. Hjá KÍ eru tað Hjalgrím Elttør og Páll A. Klettskarð, sum ofta vísa seg at vera munurin, sigur TB venjarin.
Allir TB spælararnir eru tøkir, og tað er kapping um plássini. Fleiri av yngru monnunum á besta liðnum vóru við, tá ið næstbesta TB liðið mikukvøldið vann 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og fleiri av yngru KÍ spælarunum vóru við, tá ið næstbesta KÍ liðið mikukvøldið vann 3-1 á útivølli ímóti B71.