Stór undirtøka fyri uppboðssølu

Tað gekk upp á stás, tá uppboðssøla av listarverkum hjá meira og minni kendum føroyingum var í Klaksvík sunnudagin

Fólk bjóðaðu óført, og tað gekk lívliga fyri seg, tá Lions Club í Klaksvík hevði uppboðssølu í Ósáskúlanum sunnudagin.

Á uppboðssøluni vóru málningar eftir fólk, sum vanliga ikki fáast við málningalist, seldir, og hugskotið var eftir øllum at døma so gott, at tað rættiliga fekk fólk at bjóða.

- Tiltakið eydnaðist nógv betur, enn vit høvdu roknað við, og vit eru sera fegnir um, at fólk tóku so væl undir við tí, sigur Hákun Dam, formaður í Lions Club Klaksvík.

Øll tey 39 verkini vóru seld. Tað bíligasta fór fyri 600 krónur, meðan tað dýrasta fór fyri heili 11.500 krónur. Hendan málningin hevði Jaspur Petersen, kommunulækni í Klaksvík, málað, og líkt er til, at hann saktans kann fara at gera meira við málingina.


Uppboðshaldari í hopla

Millum listarmenninar vóru eisini fólk sum Leivur Hansen, Jógvan við Keldu, Peter O. K. Olofson, Niels Pauli Danielsen, Karl Martin Samuelsen og Óli Breckmann.

Uppboðshaldari var Christian Olsen, og hann kom serstakliga væl frá uppgávuni.

Umframt uppboðssøluna var eisini undirhald á skránni.

Býráðslimir sungu tríggjar sangir, og Hans Hjalti Skaale og Sjúrður Ravnsfjall spældu.