Oljuleiting
Eitt tað mest lovandi leitiløkið ella teigur á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland liggur skamt frá føroyska markinum og bert einar 10 fjórðingar frá brunninum, har West Navion borar fyri BP og Shell. Talan er um teigin 204,18,1, sum tey bæði feløgini fingu tillutað í seinastu útbjóðingini í Bretlandi, tí 19. runduni fyri fáum mánaðum síðani.
Saman við einum brunni á djúpum vatni í Noregi og tí føroyska Svínoyarbrunninum er hesin teigurin í bretskum øki millum mest týðandi leitiboringarnar hjá BP sum heild í hesum árinum.
Flestu oljufeløgini, sum søktu um teigar í 19. umfari í bretska økinum tvs. økinum í fyrrv. Hvíta sonu, sóu fegin, at tey fingu júst henda teigin. Hann var gullklumpurin tey øll ynkstu sær. Men tað skuldu so blíva BP og Shell, sum fóru so avstað við honum. Og hetta passar so eisini sum fótur í hosu fyri hesi bæði risastóru oljufeløgini, ið longu frammanundan sita á teimum báðum einastu framleiðandi feltunum á Atlantsmótinum, Foinaven og Schiehallion.
Tað er greitt, at við teirra drúgvu royndum og tøkniliga vitan at bora á djúpum vatni eitt nú í Meksikanska flógvanum og nú eisini her norðuri í Atlantshavi, so hevði tað stóran týdning fyri feløgini, at tey fingu tillutað júst henda umrødd teig, sum liggur bert fáar fjórðingar frá markinum.
Assynt
Brunnurin, sum feløgini fara at bora í næstum, hevur fingið navnið Assynt og er uppkallaður eftir einum fjalli í Skotlandi. Hann liggur ikki so langt frá verandi oljufeltum og er hann tí partur av strategiini hjá BP at gera so nógv oljufund sum gjørligt í einum avmarkaðum øki, soleiðis at útbyggingar, framtíðar framleiðsla og flutningur kunnu gerast meira rationell og harvið bíligari.
John Thorrogood, boristjóri hjá BP í Føroyum sigur, at so skjótt teir eru lidnir við at bora í Føroyum fer skipið at sigla teir 10 fjórðingarnar til Assynt í bretskum øki. Hesin brunnurin líkist nógv tí á føroyska økinum, men sannlíkið at finna olju og gass er nógv størri, heili 70% sigur John Thorrogood.
Herfyri segði Peter Rattey, stjóri hjá BP, at teirra strategi er fyrst at bora Svínoyarbrunnin við Føroyar og síðani at bora Assynt-brunnin á bretska landgrunninum við teirri vón, at olja verður funnin í báðum og so at menna bæði feltini um somu tíð. Við øðrum orðum hava hesir báðir brunnar stóran týdning fyri framtíðar ætlaninar hjá BP og Shell á Atlanstmótinum. Endamálið er at kunna útbyggja tvey felt í senn fyri harvið at kunna minka útreiðslurnar. Eisini kann slík útbygging hava við sær, at einstøku feltini nýtast ikki at vera so stór fyri, at tað kann løna seg at útbyggja tey. Vanliga hevur verið sagt, at skal oljuframleiðsla byrja á føroyskum øki, so má eitt felt rúma fleiri hundrað milliónir tunnur. Men ber til at finna felags útbyggingarloysnir fyri fleiri felt ella ber t.d. til at knýta eitt føroyskt felt í Foinaven-feltið nærhendis, so kann eitt felt uppá einans 50 mill. tunnur verða lønandi á føroyskum øki ella fyri tað á bretskum øki.
Brúka Runavík
Hóast talan er um at bora á bretska landgrunninum, so bendir nógv á, at føroyskar vørur og tænastur fara at fylgja við. John Thorrogood sigur, at ætlanin er at gera West Navion út frá Runavík, tvs. at útgerðin teir skulu brúka til boringina hinumegin markið verður fyrst løgd upp í Runavík fyri síðani at verða flutt umborð, tá uppgávan á føroyska landgrunninum er lokin. Hetta um einar tvær vikur ella so. Eisini fara føroysk hjalparskip at fylgja við West Navion yvir um markið. Tað er Faroe Protector, sum hevur gjørt langtíðaravtalu við BP. Har verður so eisini stórur partur av manningini føroyingar.
Við øðrum orðum er gongdin tann, at føroyskar vørur og tænastur fara eisini at verða latnar til oljuboring í bretskum øki, og hetta má sigast at verða áhugaverdur útviklingur fyri føroyska vinnu.
John Thorrogood sigur annars, at Atlantsmótið tvs. økið har umrøddu brunnar verða boraðir báðumegin markið er eitt av teimum heilt fáu í heiminum, sum stóru oljufeløgini framvegis hava vónar um kunnu goyma stórar nøgdir av olju og gassi.
Stórur áhugio
Sum sæst av kortinum yvir 19. umfar í bretskum øki, so er stórur áhugi fyri at bora eftir olju allan vegin framvið markinum. Hetta eru økini, sum oljuídnaðurin í mong ár setti vónir til, at bretska stjórnin fór at bjóða út, men orsakað av marknaósemjuni bar hetta ikki til. Nú semja gjørdist um markið varð stjórnin kortini noydd at bíða við útbjóðing orsakað av nýggjum umhvørviskrøvum. Fyri tveimum mánaðum síðani vórðu so loyvini latin.
Bæði Texaco, Amerda Hess og Philips eru væl nøgd við hesa útbjóðing fyri ikki at tosa um BP og Shell. Amerada hevur m.a. fingið teigin beint hinumegin markið, har teir skulu bora á føroyskum øki. Tað hevur ljóðað, at eitt møguligt oljufelt liggur tvørtur um markið, so Amerada bólkurin ? vil væl við ? kann fáa fatur í báðum endum. Phillips sigur í eini viðmerking, at teir eru sera væl nøgdir við teigin fyri sunnan (bláur). Og hjá Texaco er frøin eisini stór, tí teir hava fingið fleiri av spennandi teigunum við markið (reyðu). Sum kunnugt fekk Texaco einki loyvi við Føroyar, men tað verður gitt, at Texaco framvegis leitar eftir møguleika at fara uppí eitt av verandi loyvum, og tá er hugsandi, at Texaco kann loyva øðrum inn í onkur av sínum loyvum á bretskum øki.
Samanumtikið siga eygleiðarar, at ljóskastarin fer at verða settur á Atlantsmótið komandi ár. Verða nógv nýggj fund gjørd verður tað eisini veruliga byrjanin til ein heilt nýggjan oljulandslut ala Norðsjógvin.