Stórbroyting í Granskingini

      

Ásmundur Guðjónsson
??????????????????????
Samgonguskjalið millum A,B,C viðgerð gransking í fleiri støðum. Fleiri áhugaverdar vendingar í eru um gransking, sum eiga at verða viðgjørdar nærri. Tað er torført at at meta um, hvussu langt ein kann loyva sær at tulka samgonguskjalið. Men givið er tó, at tað er væl tugt ígjøgnum av fleiri politikkarum, og tað sum har stendur, er ikki komið av tilvild, men rættiliga medvitað.
Granskingin verður nevnd í trimum støðum í samgonguskjalinum. Tað, sum er sermerkt er, at hetta bara er undir vinnupolitikkinum, millum annað har kappingarføri verður viðgjørt, undir aling og til seinast undir orku. Brotið um Fiskivinnupolitikk nevnir ikki gransking, men kanska er tað tí, at granskingin er nevnd undir vinnupolitikkinum? Men tað, sum er mest undrunarvert, er, at granskingin er burtur í mentunarpolitikkinum. Setrið verður gott nokk umtalað í brotinum um mentunarpolitikk, men bert sum ein útbúgvingarstovnur.
Ein kann spyrja um ?Breiða semjan? hevur ætlanir um at leggja á ein heilt annan bógv viðvíkjandi gransking og granskingarpolitikki. Samgonguskjalið kann tulkast tann vegin, at semja er um at raðfesta niður partar av granskingini, sum gongur fyri seg á setrinum og raðfesta upp granskingina, sum gongur fyri seg í øðrum stovnum og er meira vinnurelaterað. Í øllum førum kann signalvirðið í samgonguskjalinum skiljast soleiðis. Tíðin kemur at vísa, hvat hetta merkir í verki.
Vinnupolitikkurin leggur upp til skapa fortreytir fyri vinnuna at mennast. Hetta skal millum annað gerast við at granska innan KT, gentøkni og lívtøkni. Harumframt verður førleikamenning undirstrikað. Hóast hetta eru kendir setningar, ein hevur sæð fyrr, er tað framvegis líka aktuelt at satsa henda vegin! Trupulleikin er bara at fáa flosklarnar ítøkiliggjørdar og operationellar. Hetta eydnaðist ikki undir seinastu samgongu, men nú hevur man enn ein tjans at gera nakað við hetta!
Samgongan ætlar at ?skapa eitt felags granskingarumhvørvi har vísundi og vinnuáhugamál skapa nýggj virði?. Tað at skapa eitt felags granskingarumhvørvi ljóðar sera áhugavert. Vónandi snýr hetta seg ikki bara um gransk-ingina, sum vinnumálaráðharrin ræður yvir, men um alla gransking. Tað verður spennandi at síggja, hvussu hesin tankin kemur at hátta sær í verki.
Víðari verður sagt, at ?játtanirnar til gransking skulu samskipast?. Somuleiðis ein áhugaverdur setningur og sipar til eitt evnið, sum hevur verið tjakað í granskingarumhvørvi og aðra staðni. Samskipan av granskingarjáttanum eigur heldur ikki bert at fevna um vinnumálaráðið, men um alla gransking.
At samskipa játtanirnar til gransking verður eitt megnartak. Her er nógv at taka hond í. Vit hava alt ov nógvar stovnar, sum fáast við granskingarvirksemi. Hugt eigur at verða eftur um ikki samanleggingar og endurskoðan hvat stovnarnir fáast við, kundi givið eina miðvísari og sterkari gransking. Sum dømi kann nevnast at vit hava einar 7 - 8 stovnar sum granska í lívfrøði. At skera hetta talið niður í helvt, uttan tó at skerja játtanirnar hevði givið møguleika til aðra gransking, sum ikki verður gjørd í dag.
At samskipa leysu játtanirnar til gransking er somuleiðis ein viðkomandi og spennandi uppgáva. Tað hevur fyrr verið ró uppundir at fingið eitt tætt samstarv millum allar grunnarnar og kanska framtaksgrunnin eisini, soleiðis at hesin peningur verður satsaður miðvíst uppá førleikamenning og vinnufremjandi tiltøk.