Stórfingin sølustevna

Tíðindaskriv: Ítróttarhøllin í Runavík verður í vikuskiftinum karmur um stórfingnu sølustevnuna Marko ´2000, sum Nes Sóknar Ítróttarfelag skipar fyri.

Ítróttarhøllin í Runavík verður á tremur við framsýnarum og vørum, tá sølusevnan Marko ´2000 letur upp fríggjadagin kl. 17.00. NSÍ hevur áður roynt seg sum fyrireikari og fyriskipari av slíkum sølustevnum, við misjøvnum úrslitum. Men hesaferð er líkt til, at tað fer at ganga heilt væl.

Fyrireikararnir vita sjálvsagt ikki hvussu mong vitjandi fara at koma til stevnuna, men teir vita, at ítróttarhøllin í Runavík er á tremur við framsýnarum og vørum. Áhuga at verða við á stevnuni hevur verið rættuliga stórur. Og tað sæst eisini aftur í høllini. Alt plássið í høllini er útnyttað til fulnar, til tess at fáa pláss fyri øllum. Tá hava fyrireikararnir enntá avgjørt, at allir persón- og lastbilar, sum skulu sýnast fram, skulu standa uttanfyri høllina.

Út frá stóru undirtøkuni ímillum handlarnar og fyritøkurnar í landinum, eru fyritreytirnar fyri eini góðari og fjølbroyttari sølustevnuni til staðar. Tí vænta - og vóna - fyrireikararnir, at áhugin at vitjað stevnuna verður rættuliga stórur.

Tað verða allar hugsandi vørur og tænastur at finna á sølustevnuni Marko ´2000 í Runavík - bæði stórt sum smátt. 30 framsýnarar eru við á stevnuni, og teir fáast við so fjølbroyttar vørur sum innbúgv, gávulutir, fløgur, bilar, fiskiamboð, bátaframleiðslu, piercing og mangt mangt annað. So til øll tykkum, sum dáma at ganga í handlum - antin fyri at keypa, ella bert fyri at hyggja - so er sølustevnan Marko ´2000 júst rætta staðið at fara. Annars eru allar hugsandi vørur og fyritøkur við, og fólk hava trygd fyri, at tað verður nóg mikið at hyggja eftir allar dagarnar. Umframt sjálvar sýningarnar á básunum er eisini nógv gott og fjølbroytt undirhald á pallinum leygar- og sunnudagin.

Stevnan letur upp fríggjadagin kl. 17.00, og er hon opin til kl. 22.00.

Leygardagin letur sølustevnan upp kl. 14.00, og kl. 15.00 setur Jákup Lamhauge, býráðsformaður, stevnuna. Hesar báðar seinnu dagarnar er undirhald á pallinum hvønn heilan tíma frá kl. 16.00. Leygardagin er mótasýning kl. 16.00. Kl. 17.00 undirheldur trubadururin á munnharpu og gittara, Sámal Ravnsfjall. Kl. 18.00 syngur og spælir Magni Christiansen country- og gospeltónleik á pallinum. Kl. 19.00 syngur Eivør Pálsdóttir sangir av komandi fløgu síni, sum helst kemur út seinni í ár. Kl. 20.00 er aftur stór mótasýning á pallinum, har luttakandi handlarnir og fyritøkurnar sýna fram nýggjasta mótan. Seinasta tiltakið á pallinum leygarkvøldið verður kl. 21.50, tá drigið verður millum seldu atgongumerkini fríggja- og leygardagin. Vinningarnar hava luttakandi handlarnir og fyritøkurnar latið. Sølustevnan letur aftur kl. 22.00

Sunnudagin letur sølustevnan upp kl. 15.00. Kl. 16.00 er mótasýning er á pallinum. Kl. 17.00 er vísusangarin Niels Midjord Live á pallinum. Kl. 18.00 vitja vísumenn úr Klaksvík, við m.ø. Hans Hjalta Skaale, sum flestu av okkum kenna frá beinraknu tættunum í Útvarp Føroya. Kl. 19.00 syngja og spæla Rúna á Heygum og Ronnie Nielsen. Kl. 20.00 er stór gallamótasýningi. Magni Poulsen á Skipanesi er frásøgumaður til mótasýningarnar allar dagarnar. Umleið kl. 21.50 verður drigið millum seld atgongumerki sunnudagin, og seldu atgongumerkini fyri allar dagarnar. Høvuðsvinningurin er ein ferð til Sveits við 12. Manni til landsdystin ímillum Sveits-Føroyar 7. oktobur. Sølustevnan Marko ´2000 letur aftur kl. 22.00, tá formaðurin hjá NSÍ endar stevnuna.