Størri stovnar fíggjast við selja smáu stovnarnar

Landið eigur at byggja ein samanbygdan stovn, har fleiri av verandi stovnum verða undir sama taki, heldur Jákup Mikkelsen, formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Jákup Mikkelsen heldur, at slíkur stovnur kann hýsa fleiri serstovnum undir sama taki, men tó í neyðugan mun atskildir, so teir ymsu brúkararnir vera fyri seg, um tørvur er á tí.

- Stovnurin kann hóskandi verða samansettur av 4 til 6 geirum, har pláss er til 8-12 brúkarar í hvørjum. Ein slíkur samanlagdur stovnur letur upp fyri rakstrarligum vinningi, sum ikki er gjørligur í dag. Fyri tað fyrsta kunnu vaktarskipanirnar á stovnunum samstarva og í ávísan mun samkoyra, og harumframt letur hetta eisini upp fyri at ?læna? hølir frá hvørjum øðrum, tá ið ein brúkarabólkur veksur og tí krevur fleiri hølir, sum kanska eru til avlops hjá onkrum øðrum bólki, sigur Jákup Mikkelsen millum annað í viðmerking, hann hevur sent miðlunum.

Jákup Mikkelsen vísir á, at eingin ivi er um, at ein slík bygging gevur munandi rakstrarligar sparingar, uttan at hetta gevur eina verri tænastu ? kanska tvørturímóti, tí starvsfólkini fáa jú fleiri møguleikar at samstarva og stuðla hvørjum øðrum tvørtur um brúkaramørk.

Hann vísir eisini á, at verandi stovnar liggja, sum nevnt, allir í bygdum umhvørvi, sum eisini er hóskandi og gevur bestu møguleikar, tá ið farið verður út, tí slíkir stovnar eiga at hava møguleikan at integrerast í eitt býarlív. Ein slíkur stovnur eigur tí eisini at verða staðsettur í bygdum umhvørvi, uttan tó at siga, júst hvar ein slíkur stovnur skal liggja, sigur hann.

- Tað eru ivaleyst stovnar, har umstøðurnar tala fyri, at ein ikki skal leggja hesar saman við øðrum, og smáir stovnar fara uttan iva framhaldandi at hava sítt pláss í okkara samfelag, men samstundis eigur hetta ikki at forða okkum í at kanna hendan møguleikan fyri samskipan av fleiri smáum stovnum, sum í dag verða riknir sjálvstøðugt, tí teir eru spjaddir kring um í Havnini og runt um í landinum, sigur Jákup Mikkelsen.

Hann heldur tó, at tað kann ikki umgangast, at ein bygging kostar eina ella aðra upphædd í sjálvari íløguni, men samstundis er vert at hava í huga, at byggingin í hesum føri lutvíst kann verða fíggjað við sølu av teimum bygningum, har stovnarnir í dag halda til.

- Her er í fleiri førum talan um sethús í Havn, sum hava rímiliga høgt søluvirði, sigur Jákup Mikkelsen.