Stórsigur til minnilutan

    

Jógvan Arge
býráðslimur
???????????
Eitt kærumál hjá minnilutanum í Tórshavnar Býráð er endað við, at kommunala eftirlitið hevur skorið út í papp, at tað er kommunustýrið sjálvt, sum er játtanarmyndugleiki í peningamálum, og hesin myndugleika kann ikki latast eini býráðsnevnd.
Minnilutin varnaðist fyri einum góðum ári síðani, at býráðsmeirilutin var farin undir eina nýggja mannagongd, sum hevði við sær, at býráðið sjálvt ikki fekk høvi til at taka støðu til stórar byggiætlanir av barnagørðum, skúlum og øðrum byggingum.
Málini vórðu viðgjørd og avgreidd í avvarðandi nevndum og komu ikki fyri býráðið. Samstundis varð ein roynd gjørd at gera eina mannagongd, sum als ikki hevði sjálvt býráðið inni í málsviðgerðini, men bert umsitingina og sernevndirnar.
Hetta hildu vit í minnilutanum vera heilt burturvið, og av tí, at meirilutin forðaði okkum beinleiðis at fáa hesi málini avgjørd í sjálvum býráðnum, vendu vit okkum til kommunala eftirlitið við fyrispurningi um, hvussu kommunulógin skuldi skiljast.
Har stendur klárt og greitt, at kommunustýrið er játtanarmyndugleiki - og ongin annar - og hetta hevur kommunala eftirlitið nú útgreinað í einum svari á kæru okkara.
Kommunala eftirlitið skrivar m.a.: "at einstøku íløgurnar í barnagarðar, vøggustovur og aðrar stovnar skulu viðgerast og samtykkjast av býráðnum, tá fíggjarætlanin ikki hevur tikið støðu til ítøkiligu íløgurnar ella ikki nóg neyvt hevur tikið støðu til hesar.
Ein nevnd kann sostatt ikki játta pening ella seta arbeiðir í verk, sum kommunustýrið ikki staðiliga hevur játtað pening til - annaðhvørt á sjálvari fíggjarætlanini ella seinni. Tílík mál, sum verða viðgjørd í nevndunum, skulu sostatt leggjast fyri kommunustýrið til avgerðar".
Í próvførslu okkara løgdu vit eisini dent á, at komu slík mál ikki fyri sjálvt býráðið á almennum fundum, so høvdu borgarnir als ongar møguleikar at vita, hvat fór fram í býráðnum á hesum økjum, tí nevndarfundirnir eru fyri læstum hurðum. Her vóru sostatt hvørki opinleiki ella gjøgnumskygni.
Somuleiðis løgdu vit dent á, at tað kundi ikki vera rætt, at meir enn helvtin av býráðnum kundi haldast uttanfyri so týðandi avgerðir, sum hesar. Býráðsnevndirnar hava sum kunnugt fimm limir av teimum trettan býráðslimunum.
Nú hava vit so fingið hetta upp á pláss og ætla at halda okkara kós fram móti opinleika og gjøgnumskygni til frama fyri øll í Tórshavnar Kommunu.