Stórsigur, víðari og fekk sparkið

Carlo Ancelotti er koyrdur í Napoli, eftir nakrar rokaligar mánaðir

Tað er rok í Napoli í løtuni. Eigarin er í øðini um avrikini á vøllinum og vil hava spælarar á venjingarlegu, men spælararnir nokta og venjarin heldur við teimum. Nú hevur Carlo Ancelotti fingið fótin.

Napoli hevur annars staðið seg væl í Champions League, har liðið í gjár vann 4-0 á Genk og kom víðari úr bólkaspælinum. Tveir tímar seinni var venjarin, fleirifaldi Champions League vinnarin Carlo Ancelotti, koyrdur.

Tað hevur verið rok í Napoli, eftir at litríki eigarin, Aurelio De Laurentiis, forlangaði at liðið skuldi á venjingarlegur, eftir at hava tapt 2-1 móti AS Roma. Úrslitini hava ikki verið góð í Seria A, men spælararnir noktaðu at gera sum eigari forlangaði. Síðani hevur verið órógv í hópinum og um vikuskiftið tapti Napoli aftur.

##med2## 

Hóast Carlos Ancelotti í gjár tryggjaði liðnum víðari luttøku, so er hann ikki longur venjari hjá felagnum. Tað hava eisini verið ósemjur um innkeypini. Eitt nú vildi Carlo Ancelotti keypa James Rodriguez frá Real Madrid, men fekk Hirving Lozano.

Carlo Ancelotti er annars ein væl lýddur venjari. Hann hevur vunnið Champions League við AC Milan (2002/03 og 2006/07) og Real Madrid í 2014. Hann er nú settur í samband við bæði Arsenal og Everton, sum bæði eru uttan venjara í løtuni.